24. mar. 2025
skeiðsbyrjan
24. mar. 2025
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Nógvar orsøkir eru fyri at spara uppá orku – m.a veitingartrygd, fíggjarstandur og staðardálking.
Í hvørjum einstøkum húski verður 75 % av orkuni brúkt til hita og hini 11 % til heitt brúkaravatn, meðan ravmagn er 11%. Um húskini ynskja at lækka útreiðslurnar til teirra orkubrúk, eru tey noydd at betra um teirra húsabjálving og/ella hitaskipan. Eina tílíka betring er góð orsøk til serliga at varnast í teimum førum, har t.d ein takbygging allíkavæl skal skiftast.
Handverkarar, meistarar/sveinar, við kundasambandi verða brúktir sum ráðgevarar. Tí er týdningarmikið at kunna ráðgeva rætt.
Byggifrøðingar, byggikonsulentar, verkfrøðingar, arkitektar, sýnsmenn, handverkarar, tryggingarfeløg, sethúsasølur o.l.
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakaranum møguleika og “amboð” at geva eina góða heildarráðgeving og harvið kunna veita meiri sølu og nøgdar kundar.
Vit bjóða skeið um “Rot, blámusoppur og skaðadjór í træbyggingum” beint innan hetta skeiðið byrjar. Tað eru evni í skeiðnum um Rot, blámusoppur og skaðadjór sum dregur paralellur til hetta skeiðið. Um ein ikki orkumennir á rættan hátt, er vandi fyri, at trupuleikar stinga seg upp við bygnings- og blámusoppum.
Tað verður latið ein avsláttur uppá 20%, til annað skeiðið, um ein teknar seg til bæði skeiðini.
Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.
Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.