Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Lær at leggja tína egnu make-up

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Innleiðing

Lær at leggja tína egnu persónligu make-up, sum passar júst til títt andlitsskap.

Lær t.d. hvussu tú við skuggum kanst framhevja og dempa formar, og hvørjir litir eru serliga góðir til tín.

Á skeiðinum gjøgnumganga vit make-up til andlitið, kinnar, eygu og munn. Við tí røttu makeupini framhevja vit tað besta í tær, soleiðis at tú kanst føla teg væl.

 Málbólkur

Tey, sum eru áhugað í at fáa meira innlit í, hvat make-up kann gera fyri okkara andlit. Skeiðið vendir sær bæði til fólk, sum eru óvand og til tey, sum eru vand, men mangla innlit í formar í andlitinum (morfologi).

Endamál

Endamálið er, at tú eftir skeiðið skalt føla teg tryggan at leggja make-up, bæði sum roynd og óroynd.

Innihald og undirvísingarháttur

Framløga av make-up ástøðinum (teori) og ein demo (make-up á model). Tit leggja make-up á tykkum sjálvi, meðan undirvísarin gongur runt og vegleiðir tykkum innan, hvat klæðir tykkum, hvat er minni klæðiligt og hvat tit kundi ynskt tykkum til tykkara næsta keyp.

Praktiskt

Tit mugu taka spegl, sum kann standa á borðinum, og tykkara make-up við heimanífrá. Vit hava eisini make-up til láns, um tað er onkur, sum manglar sminku.

Luttakandi siga:

Ester Simonsen: “Væl uppbygt skeið við ástøði fyrst, síðan at sýggja og hoyra um, at ein verður sminkað. Sera gott, at royna sjálv og at fáa ein til ein vegleiðing”.

Birgit Mohr: “Sera gott alt. Gott at Sunneva (undirvísarin) kemur runt til øll. Tí er tað gott, at ikki verða meira enn uml. 8 luttakarar. 4 tímar er ikki ov nógv, kann væl verða 5 tímar”.

Undirvísari

Sunneva Thorsteinsson

Kosmetologur, hárfríðkari og stylecoach/stylistur

Sunneva hevur verið deildarleiðari og undirvísari frá 1995 til 2019 á hárfríðkanardeildini á Tekniska Skúlanum í Tórshavn og síðan á Glasi. Hon hevur staðið námsfrøðiliga útbúgvingina innan undirvísing. Sunneva hevur hildið fleiri skeið og fyrilestrar m.a. innan hár, makeup, styling og vælveru. Eisini hevur hon eitt 2- ára tíðarskeið arbeitt sum flogterna hjá Atlantic Airways, har hon nú heldur skeið fyri flogternunum innan make-up, styling vm.

TÍÐARÆTLAN

Leygardagin 8. juni 2024

TILMELDINGARFREIST

Skeiðið fer í gongd sum ætlað, enn eru pláss tøk

KL.

12.00-16.00

STAÐ

Undirvíst verður í handilsskúlabygninginum (yvir av Glasi), Janusargøtu 2, Tórshavn

PRAKTISKT

Byrjað verður kl. 12.00 í reyða handilsskúlabygninginum, stova 771. Vit bjóða kaffe, okkurt søtt, frukt og lættan ábit.

Tit mugu taka spegl, sum kann standa á borðinum, og tykkara make-up við heimanífrá. Vit hava eisini make-up til láns, um tað er onkur, sum manglar sminku.

 

Umbið skeið