13. des. 2024
skeiðsbyrjan
13. des. 2024
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Allastaðni innan maskin, skipasmíð og framleiðslu er tørvur á fólki, ið eru før fyri at sveisa við TIG. Ein góður sveisari kann fáa nógvar uppgávur ymsastaðni, eisini uttanlanda.
Skeiðið hjálpir luttakaranum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni og bøtir um møguleikarnar hjá tí einstaka at fáa útbúgving ella arbeiði.
Endamálið við skeiðnum er at læra, á grundleggjandi støði, um TIG-sveising, sveisiteori, umhvørvi, trygd og nýtslu av tólum. Luttakarin lærir at TIG sveisa kant- og stumpseym á grundleggjandi støði og at innstilla sveisiútgerðina í samsvar við forskriftirnar. Eisini lærir luttakarin reglur viðvíkjandi trygd og umhvørvi í samband við TIG sveising.
Luttakarin arbeiðir við at sveisa kant- og stumpseym í plátu á grundleggjandi støði (proces 141) í tilfarsbólki W01, W02, W04 og W11 sambært DS/EN 287-1.
Eisini fær luttakarin ástøðiliga vitan um trygd og umhvørvið, sveisiháttir og úgerð.
Luttakarin arbeiðir ástøðiligt og verkligt við fylgjandi sveisiháttum:
Allar sveisiuppgávurnar skullu samsvara við galdandi DS/EN/ISO standardar fyri visuella døming av sveisiroyndum.
Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini.
Metingin hjá undirvísaranum um luttakarin hevur evnir at sveisa TIG/MAG, leggur støðið undir um luttakarin hevur ”Staðið” ella ”Ikki staðið”. Luttakarin fær síðani skeiðsváttan.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.