Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei

Føroyskt gestablídni í verki - til starvsfólk í tænastuvinnuni

8 tímar

undirvísingartímar

7. okt. 2026

skeiðsbyrjan

1.450,-

kostnaður

MÁLBÓLKUR

Starvsfólk á hotellum, matstovum og kaffistovum, sum tosað føroyskt.

ENDAMÁL

At styrkja ferðavinnuupplivingina í Føroyum við at menna førleikar hjá teimum, ið møta gestum beinleiðis, so tey kunnu gera upplivingina livandi í hvørjari samveru – og skapa persónligar og minniligar upplivingar.

TÍÐARÆTLAN

Tveir seinrapartar frá kl. 12.30 til kl. 16. 30

  • mikudagin 7. okt. 2026 og
  • mánadagin 2. nov. 2026

TILGONGD

Verkstovurnar byggja á gestablídni ástøði og upplivingarástøði, (Hospitality Theory og Experience Economy) við denti á:

  • At síggja ferðina við eygunum hjá gestinum
  • At venja ítøkiligan og sjónligan atburð
  • At arbeiða við veruligum støðum úr gerandisdegnum

KJARNUBOÐSKAPUR

Upplivingin er ikki bara tað, gesturin sær – men hvussu hann kennir seg, tá hann møtir tær.

Kjarnutema

  • Forvitni
  • Eyðmjúkleiki
  • Rúmligheit og
  • Ábyrgd

WORKSHOP 1: FELAGS FATAN OG FØRLEIKAR (4 TÍMAR)

Endamál: Skilja upplivingina hjá gestinum og venja atburð í verki

WORKSHOP 2: VENJING OG FORANKRING (4 TÍMAR)

Endamál: Gera førleikar til natúrligan part av arbeiðnum

ARBEIÐSHÁTTUR

  • Virkin luttøka
  • Støður tiknar úr gerandisdegnum hjá luttakarunum
  • Stutt ástøði og beinleiðis venjing
  • Afturmeldingar og felags hugleiðingar (refleksjón)

ÚRSLIT

Luttakarar fara at:

  • Skilja sín leiklut í samlaðu ferðaupplivingini
  • Megna einfaldan atburð, ið skapar persónligt samband
  • Kenna seg trygg í bæði góðum og torførum støðum
  • Vera við til at styrkja eitt samanhangandi og veruligt føroyskt gestablídni
  • Luttakararnir fáa diplom sum prógv uppá luttøku á skeiðnum

KJARNUBOÐSKAPUR

Hvør samvera er ein avgerandi løta – og ein møguleiki at gera føroysku upplivingina livandi fyri ferðafólkið.

Undirvísari

Richard M. Mortensen

Cand. Merc.

Richard M. Mortensen hevur í 18 ár undirvíst á Glasi – millum annað innan Marknaðarføring og Kundaupplivingar ( Customer Experience) og arbeitt uttanlands í mong ár sum Management Konsulentur (innan leiðslu, strategi og marknaðarføring). Hann hevur verið partur av leiðsluni í Føroya Tele, Elektron og seinastu 11 árini á MEST.

TÍÐARÆTLAN

Mikudagin 7. oktober og mánadagin 2. november 2026

TILMELDINGARFREIST

28. sept. 2026

KL.

12.30 -16.30 báðar dagar

STAÐ

Undirvíst verður í handilsskúlabygninginum (yvirav Glasir), Janusargøta 2, Tórshavn

PRAKTISKT

Byrjað verður kl. 12.30 í reyða handilsskúlabygninginum, stova 771. Seinrapartskaffe við køku verður annars áleið kl. 14.30.

KOSTNAÐUR:

Kr. 1.450,-