Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
OK
Ávaring
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn. Ynskir tú at sløkkja?
Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast
Stylecoach/ Stylist útbúgving
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Umbið skeið
Skeiðið vendir sær til:
Tey, sum eru áhugaðií menniskjum, móta, stíl og snið
Tey, sum longu arbeiða innan hesi øki sum eitt nú sølufólk, hárfríðkari, kosmetolog ella makeup-artist og sakna dugnaskap til at kunna ráðgeva sínum kundum proffesionelt
Leiðarar av klædnahandlum sum ynskja at økja um søluna
Tey, sum droyma um eina yrkisleið sum sjálvstøðugur stylecoach
Tíðarætlan
Úndirvísingin fer fram um kvøldið, hvørt týskvøld og fjórðu hvørja viku, eisini hóskvøld frá kl. 17.30 til 21.30. Undirvíst verður 120 undirvísingartímar frá 4. februar til 10. juni 2014.
Endamál
Endamálið er at fyrireikað teg við øllum teim amboðum, vitan og yrkislig evni sum eru neyðug til at byrja eina væleydnaða yrkisleið sum sertifiseraður Style Coach. Dentur verður m.a. lagdur á:
Ráðgeving og persónlig styling
Litráðgeving
Persónligt keyp fyri kundan
Make-Up
Persónlig branding
Lívscoaching
Innihald á skeiðnum er m.a.:
Tú lærir at kenna tína stílkjarnu (stiltype), og tú fært amboð til at finna stílkjarnuna hjá einum kunda
Tú fært amboð til at kenna tær ymisku kropstypurnar; hvat skal gerast sjónligt og hvat skal goymast
Strategi til tað fullkomna klædnaskápið
Tú lærir um ymisk merkir
Tú fært vegleiðing í val av litum og brúk av farvum
Tú lærir at velja klæði og accessories, soleiðis at tú kanst styla á ymiskar nýggjar hættir
Tú fært vegleiðing um hár og smyrsl
Tú fært vegleiðing í, hvussu tú byggir upp ein kundaskara upp
Tú lærir at geva kundanum amboð til at sleppa undan feilkeyp
Tú lærir um coaching, soleiðis at tú setir rættar spurningar til kundan
Tú fært eina stylistmappu á virði kr. 2.000,-
Undirvísingarháttur
Undirvísingin er løgd til rættis við bæði fyrilestrum, venjing, kjak og uppávum. Vit arbeiða í bólkum og sum pør. Millum undirvísingartímarnir er eisini heimaarbeiði, har tú fært høvið at fordjúpa teg enn meira í teimum ymisku evnunum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.
Próvtøka
Útbúgvingin endar við eini skrivligari og eini verkligari próvtøku og eftirfylgjandi eini einstaklinga meting (Feed Back) av próvtøkuavrikinum. Tú fært eitt stylecoach-sertifikat sum prógv uppá at tú hevur staðið próvtøkuna.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.