Innanhýsis útbúgvingartilboð

HAVA TIT TØRV Á EINi NÝGGJARI ÚTBÚGVING ELLA YNSKI UM AT NÝTA EIN ANNAN UNDIRVÍSINGARHÁTT?

Alt fleiri virkir og stovnar velja at halda skeið ella útbúgvingar á teirra egna arbeiðsplássi í samstarvi við ein skeiðveitara.

Her kann talan vera um skeið og útbúgvingar:

  • sum Skeiðsdepilin bjóðar út
  • sum Skeiðsdepilin bjóðar út, men sum virkir og stovnar fegin vilja evna til, júst til teirra tørv 
  • eitt heilt nýtt skeið ella útbúgving

Nógvir fyrimunir eru við innanhýsis undirvísing. T.d. er tað ofta bíligari (ongar útreiðslur til gistingarhús, ferðing o.s.fr.), og eisini er størri møguleiki at fáa gagn av nýggju vitanini, tá ein heilur bólkur av starvsfólki hevur luttikið á sama skeiði ella útbúgving. Í hesum førum er eisini lættari at umseta tað lærda til praksis.

Øll skeið, sum eru lýst á heimasíðuni kunnu takast sum innanhýsis undirvísing.

Um tit hava tørv á øðrum skeiðum, sum ikki eru lýst á heimasíðuni, mæla vit tykkum til at seta tykkum í samband við okkum við tí fyri eyga, at gera eina skræddaraseymaða skeiðsætlan, sum kann nøkta júst tykkara tørv.

Um tit eru áhugaði í at taka eitt ella fleiri skeið innanhýsis á arbeiðsplássinum ella kanska at fáa eina skræddaraseymaða skeiðsætlan gjørda, vinarliga sendið fyrispurning til info@sd.fo ella ringið á tlf. 318813 fyri at fáa greiðu á innihaldi, kostnaði o.a.

Hesi skeið hava ávís virkir og stovnar longu valt at taka sum innanhýsis skeið:

  • Grundleggjandi leiðaraskeið - GLS 
  • Coaching skeið - COS
  • Grundleggjandi projektleiðaraskeið - PLS
  • Málrøkt og Talgild Journalskipan
  • Ferðavinnuenskt
  • Telduskeið
  • Blámusoppaskeið
  • Trygd ísmb. við uppsetan og niðurtøku av stillas

Føroya Tele hevur valt eina innanhýsis skeiðsgongd fyri 20 starvsfólk, sum samantvinnir leiðaraskeið, projektleiðslu, teambuilding og persónliga menning.


Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira