Úrslitagóðir fundir og uppbyggiligt samskifti

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er ætlað fyritøkum, stovnum, felagsskapum og kommunum.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum vitan og amboð til at halda úrslitagóðir fundir og at styrkja samskiftið.

Tú lærir , at:

  • Skipa fundir alt eftir fundarevni og endamáli
  • Halda netfundir (online fundir) sum eru munadyggir við virknum luttakarum
  • Halda fokus á tað, sum skapar virði og framburð í viðgerð og kjaki
  • Loysa trupuleikar munadygt, virðiliga og ábyrgdarfult
  • Seta karmar um fundir, sum bæði skapa fortreytir fyri virkni og munadygd og at mál verða væl viðgjørd
  • Seta mál og fáa onnur við til tess at tryggja, at málini verða rokkin
  • Fyribyrgja og handfara tvídráttir
  • Samskifta uppbyggiliga, so orkan í enn størri mun verður brúkt til at styrkja sambond og at skapa framburð

INNIHALD

Evnini á skeiðinum, eru m.a. hesi:

  • Fundarstigini
  • Ymisk fundarsløg og - evni
  • Netfundir - serligar avbjóðingar og møguleikar
  • Fundartrøll og tíðartjóvar
  • Egin leiklutur á fundum
  • Fundarleiðsla
  • Assertivt samskifti - týðiligt og uppbyggiligt samskifti
  • Kensluligur intelligensur
  • At lurta úrveljandi, leysliga, hugsavnað og hugskygt
  • At geva og taka ímóti afturboðan - feedback
  • Teknikkir til at handfara tvídráttir

UNDIRVÍSINGARHÁTTUR

Undirvísingarhátturin er sermerktur við samanrenning millum tað ástøðiliga og tað verkliga, ítøkiligum dømum og amboðum. Skift verður ímillum ymsar frálæruhættir, sum t.d. framløgur, filmar og fjølbroyttar venjingar, bæði persónligar og í smærri og størri toymi.

Fundir eru týðandi arbeiðsháttur hjá bæði kommunustýrum og hjá fyrisitingini í kommununi. Nógv tíð fer til fundir, m.a. til kunning, at gera uppskot og tilmæli, at viðgera mál og at samtykkja tey.

Fundir eru kanska størsti tíðartjóvur, og tó eru fundir avgerandi fyri at styrkja felags fatanir og áhugan fyri at stuðla upp undir tiknar avgerðir. Kanning vísir, at 9 av 10 starvsfólkum eru fyri spilltíð á fundum, og tað kann elva til strongd, tá ið aðrar uppgávur liggja á láni. Vit kenna fundirnar, har tosað verður í ymsar ættir; fundurin verður drúgvur, og eingin veit við vissu, hvat niðurstøðan var.

At samskifta assertivt merkir tað at siga sínar hugsanir beinleiðis, greitt og við virðing fyri sær sjálvum og øðrum. At geva og taka ímóti bæði jaligari og neiligari uppbyggiligari afturboðan er ein avbjóðing fyri tey flestu. Eisini kann tað vera trupult at siga til og standa við egnar hugsanir. Assertivt samskifti fyribyrgir misskiljingum og minkar um tvídrátt.

INNANHÝSIS SKEIÐ

Innanhýsis skeið kann eisini skipast í tøttum samstarvi við kundan, har undirvísingin er tillagað tørvin hjá luttakarunum og kundanum.

Úrslitagóðir fundir og uppbyggiligt samskifti

Dato: 01-Jun-2021
Pláss til: Not Set

Skráseting

Byrjar

01-06-2021

Tilmeldingarfreist

21. mai 2021

Tíðarætlan

1. og 4. juni -  týsdag og fríggjadag 

Tímar

16

Kl.

08.30-16.00

(Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)

Stað

Gl. reyði handilsskúlin, Janusargøta 2, Tórshavn

Undirvísari 

Hjørdis Gaard hevur 12 ára royndir sum Leiðslu- og HR ráðgevi í Movera og er cand. scient.pol., pgdip in Management, sertifiserað til AdaptGRT (psykometrisk førleikaroynd) og góðkendur Everything Disc persónsprofilar fasilitator. Hjørdis hevur drúgvar starvsroyndir bæði innan tað almenna og privata, og er royndur undirvísari á miðnámi, umframt á Setrinum og sum undirvísari umvegis Movera á stovnum, felagsskapum og fyritøkum. 

Kostnaður

kr. 4.250,-







Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri





Tíðindi

TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIР 21-Feb-2020

TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  01-Jan-2020

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  01-Jan-2020

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira