Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

"Slip kreativiteten og innovationen løs i din virksomhed"

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Endamál

Endamálið er at gera luttakararnar dugnaligari í teimum kreativu og innovativu prosessunum.   

Innihald á skeiðnum 

Ven tín nýskapanarvødda! Øll kunnu verða nýskapandi og nýhugsandi. Tú kemur at royna ymiskar mannagongdir, ið fremja skapandi og nýhugsandi hugsanarhátt hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum.

Co-creating er ein nýggj tilgongd til at skapa broytingar í netverkinum. Kunnað verður um tær grundleggjandi hugsanirnar handan Co-creating mannagongdir, og hvussu tær kunnu handfarast og viðgerast í tínari fyritøku og tínum arbeiðsumhvørvi.

Nýskapan fremjist í ávísum samanhøpi, tí má ein, sum leiðari, eisini kanna, hvussu mentanarligar og bygnaðarligar umstøður kunnu verða forðandi ella fremjandi fyri nýskapan- og hugsan. Mangan skal ikki so nógv til.

Kunnað verður um eitt amboð, ið kann máta, hvussu nýskapandi tín fyritøka er. Tað snýr seg um at geva sær far um tey spírandi hugskotini. Nýskapan er nakað NÝTT, GAGNLIGT og NÝTSLU-GJØRT.

Hvussu kann eg, sum leiðari, stuðla teimum góðu stigtøkunum og fara frá NÝTT til Gagnligt  og Nýtslu-gjørt.  

Á skeiðnum fært tu m.a.:

  • innlit í kynstrið at styrkja innovatiónsførleikan í tær sjálvum – í deildini – í netverkinum
  • íblástur og venjing í at lata prosessir leysar, sum kunnu fáa nýggj hugskot at mennast
  • eitt boð um, hvussu tú setir innovatión og skapandi evni í verk
  • eina samrøðu um, hvussu megatrends kunnu gagnnýtast innovativt 

Tað ástøðiliga grundarlagið teir tveir dagarnar hvílir á ta viðurkennandi tilgongdina og frá eyðkendu nýskapar-ástøðini til ta nýggju og hugkveikjandi U-ástøðina.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið