13. des. 2024
skeiðsbyrjan
13. des. 2024
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Reingerðing er ein týðandi partur á stovnum, skúlum og fyritøkum. Dentur verður lagdur á gott inniklima, ið ikki ávirkar heilsuna hjá starvsfólki og brúkarum. Alsamt størri krøv verða sett til skipaði viðurskiftir í samband við reingerðing.
Skeiðið er ætlað teimum, ið dagliga fáast við reingerð á stovnum og fyritøkum og teimum, ið hava áhuga innan økið.
Endamálið við skeiðnum er, at luttakarirnir sjálvir kunna velja og meta um, hvørji reingerðarevni nýtast skulu, tá ið hugsað verður um hvat slag av skitti, hvat slag av yvirflatum og hvat slag av reingerðingarstøði verður ynskt. Dentur verður lagdur á arbeiðsháttir og flatur. Í hesum sambandi verður arbeitt við sanitets-, innbúgv- og gólvreingerð.
Luttakarin fær innleiðslu í avgerðandi viðurskiftir, tá ið talan er um tilrættalegging av reingerðingarbeiði. Undirvíst verður eisini í sambandinum millum evnir og amboð, og hvussu tú velur tí røttu skipanina.
Luttakarin fær vegleiðing í reingerð og at brúka hóskandi arbeiðsstøður soleiðis, at óneyðug likamligt slit umgongst. Dentur verður lagdur á, at luttakarin kann gera brúk av vanligum amboðum og tólum við tilvitan um, at arbeiði verður gjørt ergonomiskt rætt. Harafturat verður luttakarin undirvístur í brúk av røttum lyfti- og beriteknikki og lærir um týdningin og avleiðingarnar av einstáttaðum tyngjandi arbeiði.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.