28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Nivellering er ein tíðandi partur av uppmáting og avseting í samband við alt byggi- og anleggsvirksemi.
Skeiðið er ætlað fólki, ið hava royndir innan byggi- og entreprenørvinnuna, sum ynskja at nema sær nærri vitan og førleika í nivellering og avseting.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakaranum eina vitan um ymiskar hæddarmátingar (nivellering), avsetingar og uppmátingaruppgávur innan byggi- og anleggsvinnuna.
Skeiðið vil menna førleikan hjá tí einstaka, at nøkta grundleggjandi krøv í vinnuni og bøta um møguleikarnar hjá luttakaranum at fáa arbeiði ella nema sær útbúgving.
Á skeiðnum verður undirvíst í brúk av ymiskum amboðum, ið brúkt vera til hæddarmátingar og avsetingsuppgávir. Harafturat kanning av neyvleikum á tólum og eftirkanna um tey eru í lagi, áðrenn eitt arbeiði fer í gongd.
Arbeitt verður við at finna hædd á t.d. byggiplássi frá einari givnari kotu, føra málibók og gera ymiskar útrokningar í samband við uppgávuna.
Lært verður at eftirkanna og seta av við teodelitti, brúka ymiskar mátar til longdaruppmátingar somuleiðis at seta gálgar upp við vinkulspegli frá givnari byggilinju.
Luttakarnir vera eftirmettir við einari skrivligari roynd, fyri at vita um tey hava nátt tað ætlaða støði.
Brúkt vera vanlig tól, lasarir, elektroniskir avstandsmátarir og teodelittar.
Luttakarnir hava sjálvir heit og tøtt klæðir og gummistyvlar við.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.