28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Skeiðsdepilin bjóðar fyritøkum og stovnum innanhýsis málskeið, har frálæran verður løgd til rættis eftir júst tí tørvi, ið brúk er fyri. Skeiðini kunna t.d. verða 2 tímar um vikuna í eitt ávíst tíðarskeið.
Hevur tín stovnur ella fyritøka ein góðan og lýtaleysan málburð í samskiftinum úteftir? Hetta er meira týdningarmikið fyri umdømið, enn ein vanliga gevur sær far um. Skeiðið fevnir um rættan málburð í dagliga yrkinum og er eitt hent amboð til at náa henda førleika.
Endamálið er at geva luttakaranum innlit í føroyska mállæru og nøkur hent amboð til føroyska rættskriving. Við skeiðsbyrjan verður kannað á hvørjum støði luttakararnir eru, og frálæran verður løgd til rættis eftir hesum.
Tíð eftir avtalu.
Frálæra 1-2 ferðir um vikuna.
Innihald og tíð eftir avtalu.
Setið tykkum í samband við Randi Røsvik við at senda ein teldupost til rro@glasir.fo ella við at ringja á tel. 51 88 13.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.