28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett saman í tøttum samstarvi við Skeiðsdepilin. Á leiðslumenningarøkinum hava vit góðar royndir at seta saman eina leiðslumenningartilgongd, ið sameinar tann verkliga og tann ástøðiliga partin innan leiðslu.
Leiðslumenningartilgongdin verður ment í tøttum samstarvi við tína fyritøku ella tín stovn, og støði verður tikið útfrá tykkara tørvi og ynskjum. Ein tílík leiðslumenningarætlan verður gjøgnumførd sum eitt innanhýsis menningar- og skeið tiltak, og gevur tí møguleika at arbeiða við tykkara ítøkuligu avbjóðingum, soleiðis at úrtøkan verður enn betri.
Royndir okkara vísa, at hendan samanseting av einari málrættaðari leiðslumenningartilgongd gevur ítøkiliga úrtøku so hvørt, sum tilgongdin fer fram. Leiðararnir arbeiða við teirra dagligu avbjóðingum og málum, og fáa harvið førleikament seg á staðnum at loysa hesar avbjóðingar.
Møgulig evni í leiðslumenningartilgongdini kunnu td. vera: Strategisk leiðsla, Persónlig leiðsla, Starvsfólkaleiðsla, Toymisleiðsla, Broytingarleiðsla, Verkætlanarleiðsla, Samstarv og Samskifti.Tilgongdin verður sett saman í modulum við hóskandi millumbili, og hvørt modulið verður gjøgnumført sum eitt vistarskeið á tveir dagar.
Set teg í samband við Skeiðsdepilin, so finna vit í felag leiðslumenningartilgongdina, ið hóskar tykkum best.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.