7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
– tann nýggi leiðsluhátturin
Leiðsla, ið er grundað á coaching, kann styrkja munandi um leiðslu úrtøkuna. Við coaching teknikkinum økist ferðin á leiðslu íkastinum til úrslitaskapanina hjá fyritøkuni. Røttu sløgini av spurningum fremja motivatiónina, úrslitaskapanina, o.s.fr. hjá starvsfólkunum. Coaching tekur m.a. støði í, at starvsfólkini finna og styrkja egnu førleikar – og samstundis fáa íblástur til at taka fyrsta stigið í fleiri arbeiðsuppgávum.
Skeiðsdepilin bjóðar coaching skeið til leiðarar: bæði innan privat og almenn virkir og stovnar.
Endamálið við skeiðnum er, at luttakarin fær innlit í fyritreytirnar fyri eini væleydnaðari coaching. Leikluturin sum coach kann lærast, og umsetast til praksis. Luttakararnir fáa feedback aftur uppá egnan coaching hátt. Við coaching skeiðnum mennast evnini til at samskifta, samstarva og motivera, soleiðis at arbeiðið gerst munadyggari og úrslitini fáast skjótari í hús. Coaching teknikkurin birtur uppundir ein nýggjan dynamik, sum ber í sær, at starvsfólk og toymi í størri mun, arbeiða av egnari megi og motivatión.
Tað verður arbeitt við venjingum og uppgávum, sum verða gjørdar saman við einum ella fleiri av hinum luttakarunum. Luttakarin má verða sinnaður at tosa um egnar royndir úr gerandisdegnum og vilja venja ymisku leiklutirnar og sløgini av coaching.
Skeiðið fevnir um tríggjar dagar: Fyrst tveir dagar á rað, og eftir uml. fýra vikum kemur seinasti skeiðdagurin.
Vit stytta coaching skeiðið til stavirnar COÚ.
Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.