7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Cambridge Assessment English snýr seg um annað og meira enn bert próvtøkur og próvtøl. Tað snýr seg um dirvi, sjálvsálit, at samskifta og luttaka í øllum lívsins viðurskiftum.
Cambridge-skeiðið ger tað stuttligt og gevandi at læra enskt. Serliga tilgongdin til undirvísingina tryggjar tær eina framhaldandi menning í enskum. Allar próvtøkurnar eru skipaðar samsvarandi “The Common European Framework of Reference for Languages (CEFR)”. Hetta merkir, at tú mennir tínar førleikar bæði við at tosa, at skriva, at lesa og at lurta og skilja enskt.
Talan er um Cambridge C1 Advanced.
Uttan mun til um tú ætlar tær at búgva uttanlands, at lesa víðari ella at arbeiða uttanlands, so er eitt Cambridge prógv eitt prógv um, at tú hevur góðar málsliga førleikar í enskum.
Fyrireikingarnar til próvtøkurnar eru soleiðis skipaðar, at tær geva tær eitt greitt mál fyri, hvat skal lærast, og geva tær soleiðis eisini eina skipaða lærugongd. Føstu karmarnir um læringina gevur tær sjálvsálit og áræði at arbeiða fram ímóti próvtøkuni saman við serstakliga góðari vegleiðingin frá royndum og dugnaligum undirvísara.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.