28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Armering er ein tíðandi partur í øllum betongbyggaríði og er við til at geva tí berandi partinum styrki. Fyri at lúka hesar treytir er tað tíðandi, at armeringin er rætt ísett. Livitíðin á bygninginum er treytað av at armeringin er gjørd rætt og vard í tí liðna byggaríðnum.
Skeiðið er ætlað royndum og óroyndum innan økið og er ætlað at hjálpa luttakaranum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni og bøtir um møguleikarnar hjá tí einstaka at fáa útbúgving ella arbeiði.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakaranum eina holla vitan um armering, soleiðis at hann gerst førur fyri at samstarva í uppgávum í samband við armering í fundamentum, veggum, soylum, bjálkum og dekki.
Undirvíst verður í grundleggjandi vitan um eginleikarnar á jarnbetongi, trekk og trýstviðurskiftir, ymisk sløg av armeringum, krøvum til bukkidiametur, betongløgum, stødlongdum og ankring.
Luttakarin kann við støði í vitan um normkrøv og endamáli við armering í konstruktión:
Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan.
Luttakarnir hava sjálvir heit og tøtt klæðir og gummistyvlar við.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.