Pedagogiskur pallur, góðska og eftirmetingar

PEDAGOGISKUR PALLUR

Endamálið við útbúgvingar- og skeiðsvirkseminum hjá Skeiðsdeplinum er at geva luttakarunum økta fakliga barlast til at loysa núverandi og komandi avbjóðingar í starvinum. At økja um førleikan hjá fyritøkuni ella einstaklinginum.

Vit ynskja, at tann einstaki kann ráða yvir innlærdu og skiltu vitanini somikið væl, at viðkomandi er før fyri at taka skilagóðar avgerðir.

Við tí siðbundna undirvísingarháttinum (deduktiv undirvísingargrundregla) verður tryggjað, at alt undirvísingartilfarið verður gjøgnumgingið. Harafturímóti geva induktivir undirvísingarhættir (sum t.d. spøl, starvstovuuppgávur og evnis- og projektarbeiði) eina meiri skynsama og nýtslurættaða fatan gjøgnum reflektoriska hugsan, sum er ein partur av hesum undirvísingarhátti.

Ein fyritreyt, at induktivi undirvísingarhátturin verður nýttur skilagott, er, at luttakararnir eru eggjaðir. Henda fyritreyt væntast at vera lokin fyri málbólkarnar hjá Skeiðsdeplinum.

Hetta er orsøkin til, at vit hava valt at raðfesta induktivar undirvísingarhættir rættiliga høgt. Tað verður tískil skift ímillum deduktivan og induktivan undirvísingarhátt á tí einstaka skeiðnum. Tá ið deduktivi undirvísingarhátturin verður nýttur, verður roynt at samanbinda evnið við royndir, vitan, spurningar o.a. hjá luttakaranum.

Talan er tískil um innlæringsmál, sum leggja dent á atferð. Tá ið undirvísingin verður løgd til rættis, verður støði tikið í menningarfyrimyndini.

MENNINGARFYRIMYNDIN

Atferðin verður broytt tilvitað av vitan og hugburði. Men tað, at ein fær nýggja vitan, merkir ikki, at hugburður og atferð broytist sjálvvirkandi. Um vitan skal føra til hugburðar- og atferðarbroyting, er neyðugt at fyrihalda seg tilvitandi til ta nýggju vitanina. Afturat at geva luttakarunum nýggja vitan, skulu vit geva teimum høvi til at brúka tað innlærda í royndum. Utbúgvingarvirksemið er soleiðis fyriskipað, at luttakararnir brúka tað innlærda í royndum á teirra egnu virkjum.

SKEIÐVIRKSEMI

Skeiðvirksemið nýtir sama pedagogiska pall sum diplomútbúgvingarnar. Eisini verður pedagogiski pallurin nýttur á Grundleggjandi leiðaraskeiðnum og Prosjektleiðaraskeiðnum. Á hinum skeiðnum verður pallurin nýttur í tann mun tað er møguligt. Tó mugu pedagogisku evnini taka støði í tørvinum og innlæringsmálunum hjá kundanum.

Vit vilja tryggja at innlæringsmálini eru atferðarkunnaði og ikki bert ein samansavning av vitan.

Nøgd av luttakarum

20 luttakarar pr. undirvísara. Harvið fæst besta trygdin fyri, at pedagogiska prosessin gongur, sum hon skal.

Góðska

Vit arbeiða miðvíst við at betra um góðskuna á undirvísingini. Viðmerkingar og hugskot eru vælkomin.

Eftirmetingar

Alt virksemi verður skrivliga eftirmett av luttakarunum. Eftirmetingarnar samanskrivast og síðan tosar leiðslan við skeiðsleiðaran við tí endamáli, at betra um góðskuna. Soleiðis verður leypandi dagført.


Kelda:
*Finn van Hauen, Vagn Strandgaard og Bjarne Kastberg: Den lærende organisation – om evnen til at skabe kollektiv forandring. Industriens Forlag, København, 1995.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira