Grundarlag, visión og virðir

GRUNDARLAG

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir-og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Vit fevna um bæði tað fakliga og landafrøðisliga økið hjá báðum skúlunum.

Skeiðsdepilin hevur rammur og umstøður til førleikamenning bæði fyri fyritøkur og einstaklingar.

Vit vilja geva næmingum og skeiðsluttakarum vitan, mót og evnir til at fremja tey verk, tey hava sett sær fyri.

Virkni gevur umskapan!

HUGSJÓN

Vit vilja arbeiða fram ímóti:

  • At vera mest áhugaverd, tá ið stovnar og fyritøkur ynskja eftirútbúgving
  • At skapa ávirkan innan eftirútbúgvingarøkið
  • At útbúgving okkara verður bindilið millum okkum og virkini
  • At vera partur av menningarprosjektum í samstarvi við aðrar skúlar, myndugleikar, feløg og aðrar samstarvsfelagar, bæði almennar og privatar
  • Við støðu í eftirmetingum at skapa serstaka góðsku í øllum, vit takast við
  • Støðugt at menna okkara pedagogik innan royndargrundaða frálæru
  • At menna eyðkennið og mentanina hjá Skeiðsdeplinum
  • At kunna bjóða serstøk skeið og serstakar útbúgvingar í Føroyum, soleiðis at sleppast kann undan at senda skeiðsnæmingar av landinum

Vit eru elsti og størst – vit vilja eisini vera best!


VIRÐIR

Uttanhýsis:

  • Vit vilja vera trúverdigur samstarvsfelagi við øll okkara viðskiftafólk
  • Vit átaka okkum bert uppgávur, sum vit meta kunnu geva eitt burðardygt úrslit
  • Vit fylgja leypandi við, hvat hendir av nýggjum bæði her heima og aðrastaðni 

Innanhýsis:

  • Vit virðismeta, at øll ikki eru eins
  • Vit vilja menna førleikarnar hjá tí einstaka
  • Vit skulu læra av hvørjum øðrum
  • Eingin skal halda seg hava serstaka vitan, sum onnur ikki kunnu fáa lut í
  • Tað er felags ábyrgd, at vit fáa góð úrslit
  • Vit kenna okkum øll, sum ein ábyrgdarfullan part av Skeiðsdeplinum
  • Vit hjálpa hvørjum øðrum. Hjálpsemi er ein dygd

- og vit meina tað, vit siga!

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira