Tíðindi

TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ

19-Feb-2020


TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ


Skeiðsdepilin ætlar at bjóða eina nýggja útbúgving fram


Kommunom-útbúgvingin 


og ætlanin er at byrja við málsviðgerðarmodulinum fyrst. Hetta ætla vit at gera í samstarv við COK, ”Center for Offentlig Kompetenceudvikling”. COK er eitt felag, sum tær donsku kommunurnar eiga.

 

Ì november í fjør gjørdu vit eina kanning sum vísti, at tað er áhugi fyri útbúgvingini. Saman við fólki frá COK, fara vit tí at skipa fyri temadegi, har vit kunna nærri um útbúgvingina.



Nær: Fríggjadagin 21. feb. kl. 09.00 - 15.00



Hvar: Gl. handilsskúlabygningurin

        

         Janusargøta 2, Tórshavn.

 


Endamálið við temadegnum er:

 

  • At geva ítøkiliga vitan um málsviðgerðarmoduli og heildina, ið tað er partur av, nevniliga kommunom-útbúgvingini
  • At geva íblástur og hug til at fara víðari við útbúgvingini
  • At gera greitt, at fyrisitingarliga fakliga støðið er týdningarmikið
  •  

Skrá 21. februar 2020

 

Kl. 09.00         Vælkomin – framløga

Kl. 09.30         Fyrisiting sum fakligt støðið

Kl. 10.30         Málsviðgerð - Hvat snýr moduli seg um

                      Gudrun M. Nolsøe, løgfrøðingur

Kl. 12.10         Døgurði á Glasi

Kl. 12.40         Rundsýning á Glasi, tey sum hava áhuga

Kl. 13.00         Innleiðsla til Kommunom-útbúgvingina og at

                      lesa

Kl. 13.30         Hvussu tryggja vit  at tað lærda far virði á

                      arbeiðsplássinum

Kl. 14.15         Kaffisteðgur

Kl. 14.30         Menningarrák, ”pointer” og taka samanum

Kl. 15.00         Takk fyri ídag!

 

Nærri kunning um kommunom-útbúgingina er her: https://www.cok.dk/kommunom

 

Møguleiki er at

1)      Luttaka allan dagin
2)      Luttaka fyrrapartin, um ein bert vil hava kunning um    
         málsviðgerðarmoduli
3)      Luttaka seinrapartin, um ein bert vil hava kunning um 
         kommunom-útbúgvingina

Í samband við tað praktiska, so hevði verið gott, um tit kundu sagt mær frá, um tit ætla at luttaka á temadegnum 21. februar og nær.

 

Vinaliga

 

Randi Røsvik

samskipari

Skeiðsdepilin

Tel. 518813

 

Tepo: rro@glasir.fo

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIР 21-Feb-2020

TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  01-Jan-2020

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  01-Jan-2020

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira