Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy

16-Dec-2016



Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsdóttir, Lisbet Jacobsen, Eyð Eidisgaard, Bergljót B. Ludvig, Kari Petersen, Ólavur Bjarkhamar, Bjarni Karbech Kjeld, Bjarni Johansen, Margit Stórá (undirvísari), Marit Poulsdóttir og Heðin Poulsen (undirvísari). Jens Petur Brattalíð vantar á myndini. 


Tilsamans 14 luttakarir hava í heyst luttikið á “Grundleggjandi leiðsluskeiðnum”, sum Skeiðsdepilin hevur skipað fyri. Skeiðið, sum varð hildið á Seglloftinum á Tvøroyri, byrjaði 19. oktober og endaði 13. desember 2016.

Skeiðsdepilin skipar fyri eftir- og víðariútbúgving fyri Glasir.

Undirvísararnir á Grundleggjandi leiðsluskeiðnum hava verið Margit Stórá og Heðin Poulsen.Meginparturin av luttakarunum hava valt at tikið av tilboðnum frá Skeiðsdeplinum um at fara til munnliga próvtøku í “Leiðslu í verki” á Akademiútbúgvingini, januar 2017, har tey kunnu fáa prógv, sum telur 10 ECTS-stig. 

 Leiðararnir, sum hava luttikið á skeiðnum hava í sínari eftirmeting givið skeiðnum sera góð viðmæli. Tey meta seg hava fingið nógv burturúr og eru sera glað um, at skeiðið varð hildið í Suðuroy.

 Á várið 2017 fer Skeiðsdepilin at skipa fyri Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið í Suðuroy við somu undirvísarum.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira