Stylecoach/ Stylist útbúgving
Skeiðið vendir sær til:
- Tey, sum eru áhugaðií menniskjum, móta, stíl og snið
- Tey, sum longu arbeiða innan hesi øki sum eitt nú sølufólk, hárfríðkari, kosmetolog ella makeup-artist og sakna dugnaskap til at kunna ráðgeva sínum kundum proffesionelt
- Leiðarar av klædnahandlum sum ynskja at økja um søluna
- Tey, sum droyma um eina yrkisleið sum sjálvstøðugur stylecoach
Tíðarætlan
Úndirvísingin fer fram um kvøldið, hvørt týskvøld og fjórðu hvørja viku, eisini hóskvøld frá kl. 17.30 til 21.30. Undirvíst verður 120 undirvísingartímar frá 4. februar til 10. juni 2014.
Endamál
Endamálið er at fyrireikað teg við øllum teim amboðum, vitan og yrkislig evni sum eru neyðug til at byrja eina væleydnaða yrkisleið sum sertifiseraður Style Coach. Dentur verður m.a. lagdur á:
- Ráðgeving og persónlig styling
- Litráðgeving
- Persónligt keyp fyri kundan
- Make-Up
- Persónlig branding
- Lívscoaching
Innihald á skeiðnum er m.a.:
- Tú lærir at kenna tína stílkjarnu (stiltype), og tú fært amboð til at finna stílkjarnuna hjá einum kunda
- Tú fært amboð til at kenna tær ymisku kropstypurnar; hvat skal gerast sjónligt og hvat skal goymast
- Strategi til tað fullkomna klædnaskápið
- Tú lærir um ymisk merkir
- Tú fært vegleiðing í val av litum og brúk av farvum
- Tú lærir at velja klæði og accessories, soleiðis at tú kanst styla á ymiskar nýggjar hættir
- Tú fært vegleiðing um hár og smyrsl
- Tú fært vegleiðing í, hvussu tú byggir upp ein kundaskara upp
- Tú lærir at geva kundanum amboð til at sleppa undan feilkeyp
- Tú lærir um coaching, soleiðis at tú setir rættar spurningar til kundan
- Tú fært eina stylistmappu á virði kr. 2.000,-
Undirvísingarháttur
Undirvísingin er løgd til rættis við bæði fyrilestrum, venjing, kjak og uppávum. Vit arbeiða í bólkum og sum pør. Millum undirvísingartímarnir er eisini heimaarbeiði, har tú fært høvið at fordjúpa teg enn meira í teimum ymisku evnunum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.
Próvtøka
Útbúgvingin endar við eini skrivligari og eini verkligari próvtøku og eftirfylgjandi eini einstaklinga meting (Feed Back) av próvtøkuavrikinum. Tú fært eitt stylecoach-sertifikat sum prógv uppá at tú hevur staðið próvtøkuna.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira