Skeið í reingerð
Reingerðing er ein týðandi partur á stovnum, skúlum og fyritøkum. Dentur verður lagdur á gott inniklima, ið ikki ávirkar heilsuna hjá starvsfólki og brúkarum. Alsamt størri krøv verða sett til skipaði viðurskiftir í samband við reingerðing.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað teimum, ið dagliga fáast við reingerð á stovnum og fyritøkum og teimum, ið hava áhuga innan økið.
ENDAMÁL
Endamálið við skeiðnum er, at luttakarirnir sjálvir kunna velja og meta um, hvørji reingerðarevni nýtast skulu, tá ið hugsað verður um hvat slag av skitti, hvat slag av yvirflatum og hvat slag av reingerðingarstøði verður ynskt. Dentur verður lagdur á arbeiðsháttir og flatur. Í hesum sambandi verður arbeitt við sanitets-, innbúgv- og gólvreingerð.
Luttakarin fær innleiðslu í avgerðandi viðurskiftir, tá ið talan er um tilrættalegging av reingerðingarbeiði. Undirvíst verður eisini í sambandinum millum evnir og amboð, og hvussu tú velur tí røttu skipanina.
Luttakarin fær vegleiðing í reingerð og at brúka hóskandi arbeiðsstøður soleiðis, at óneyðug likamligt slit umgongst. Dentur verður lagdur á, at luttakarin kann gera brúk av vanligum amboðum og tólum við tilvitan um, at arbeiði verður gjørt ergonomiskt rætt. Harafturat verður luttakarin undirvístur í brúk av røttum lyfti- og beriteknikki og lærir um týdningin og avleiðingarnar av einstáttaðum tyngjandi arbeiði.
INNIHALD
- Reingerð 12 tímar
Viðgjørt verður hví vit gera reint og muninum á reingerð og reinhaldi. Hugtakið reinføri ella ”hygiejna” verður lýst nærri. At enda verður hugt eftir hvussu teir ymisku reingerðingar standardirnir skulu skiljast. - Umhvørvið 4 tímar
Hvussu ávirka tey ymisku reingerðarevnini umhvørvið inni og okkum sjálvi, bæði reingerðarfólkini og tey, sum arbeiða í hølunum? Hvussu ávirka hesi reingerðarevni náttúruna? - Ergonomi 4 tímar
Reingerð er likamliga krevjandi arbeiði. Undirvíst verður í, hvussu týðandi tað er at brúka ergonomiskt rættar arbeiðstøður og harvið kunna minka um einstáttað, tyngjandi arbeiði. - Verklig reingerð 7 tímar
Arbeitt verður við at fáa skil á, hvørji tól og amboð eru best egnað til tær ymisku uppgávurnar innan reingerð. - Evni, tilfar og amboð 6 tímar
Mátingar og royndir verða gjørdar av ymiskum evnum, tilfari og amboðum. Í uppgávum/verkætlanum verða útrokningar gjørdar, sum skulu vísa, um tað verkliga besta eisini er tað fíggjarliga besta - Eftirmeting 1 tíma
- Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan eftir lokið skeið.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira