Skeið um BK17 - Nýggja byggireglugerðin


1. januar 2017 var nýggj byggireglugerð sett í gildi í Føroyum. Hendan setir krøv til bygging av bygningum, tá tað snýr seg um staðseting, hædd, bjálving, innrætting og mong onnur viðurskifti. Tí verður boðið til skeið at seta seg inn í nýggju krøvini.

Málbólkur

Tey, sum arbeiða við byggimálsviðgerð, prosjekterandi, byggimeistarar, teknikarar og kommunur ið skulu umsita nýggju reglugerðuna og annars onnur áhugað. 

Endamál

At virka fyri, at umsóknir um byggiloyvi verða betri, so málsviðgerðin kann gerast greiðari og skjótari. Og ikki minst: at byggiarbeiði kann verða enn betri. 

Innihald

  • Hvat er nýtt
  • Hvat er ørðvísi
  • Bjálving og orkuviðurskifti


Stuðul

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.

Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri.

Tak niður

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.



 

 








 


Innihald

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira