Rørinstallering

Arbeiðsøkið fyri rørinnstallatión fevnir fyri tað mesta um alt, ið hevur við vatn, hita og frárensl at gera, bæði í nýbygging og umvælingar høpi.

ENDAMÁL

Skeiðið miðar ímóti at hjálpa luttakaranum at nøkta tey grundleggjandi krøvini til førleika í vinnuni og bøta um møguleikarnar hjá luttakaranum at fáa útbúgving ella arbeiði.

Endamálið við skeiðnum er, at luttakarin aftaná lokið skeið, kann hjálpa til við øllum vanligum rørinnstallatiónsarbeiði.

INNIHALD 

Skeiðið viðger m.a. hesi evni:

  • arbeiði við tilskapan, viðgerð og bukking av rørum, ið eru miðaltjúkk, rustfrí og tunnveggja, umframt alupex og koparrør
  • útrokning av skerimátum og bukkimátum við atliti til eginleikarnar á ymiskum metallum, fittings og amboðum
  • arbeiði við viðkomandi samlingum, m.a. rørgevind, bleytlodding, harðlodding og øðrum samlingum á stál-, kopar- og alupexrørum
  • tilskapan og montering av frárenslrørum, samlingum og faconstykkum úr plastik

EFTIRMETING

Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIР 21-Feb-2020

TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  01-Jan-2020

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  01-Jan-2020

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira