MAKEUP ARTIST ÚTBÚGVING


SKEIÐIÐ VENDIR SÆR TIL:

  • Tey, sum hava áhuga í makeup, vakurleika, persónligari røkt, móta, og kreativum arbeiði
  • Tey, ið longu arbeiða innan hesi øki; hárfríðkan, kosmetolog ella stylistar og tey, sum ynskja dugnaskap at víðka um og ráðgeva kundum sínum proffesionelt
  • Leiðarar ella starvsfólk í kosmetik handlum, sum ynskja at økja um søluna
  • Tey, sum droyma um eina yrkisleið innan makeup og vakurleika

TÍÐARÆTLAN OG ANNAÐ PRAKTISKT

Undirvísingin er eitt kvøld um vikuna frá kl. 17.30 til 21.30 og ein leygardag um mánaðin frá kl 10.00 til 15.00. Tað eru 120 undirvísingartímar, umframt heimaarbeiði, venjing og praktiskt arbeiði,

Tit fáa ábit til hvørja undirvísing, eitt nú salat, tortilla, langbreyð, tvíflísur, smyrjibreyð, umframt frukt og sjálvandi kaffi og te.

ENDAMÁL

Endamálið er at fyrireika teg við øllum teimum amboðum, vitan, vørum og praktiskum royndum, sum eru neyðugar við byrjan av einari væleydnaðari yrkisleið sum sertifiseraður Makeup artistur.

INNIHALD Á SKEIÐNUM ER M.A.:

  • Húðfyrireikan og reinføri
  • Foundation, litrætting og concealari
  • Kontur, shading og highlight
  • Putur, bronzer og blusher
  • Eygnabrýr, skuggar, vippur
  • Smoky-eyes, beautylooks og highfashion
  • Blending
  • Varrar - varrastift, gloss og blýant
  • Myndatøkur til svart/hvítt og lit
  • Brúdleyp
  • Celebrity-makeup
  • Móta makeup
  • Periodu makeup
  • Makeup og grooming fyri menn
  • Stylist
  • Hár 

TIL SKEIÐIÐ KREVST:

Penslasett og byrjanarpakki av makeup vørum sum Skeiðsdepilin útflýggjar móti kr. 6.000,- (virði ca. kr. 10.000).

UNDIRVÍSINGARHÁTTUR

Undirvísingin er løgd til rættis við bæði fyrilestrum, venjing og uppávum. Vit arbeiða sum pør og støk. Millum undirvísingartímarnar er eisini heimaarbeiði, venjing og praktiskt arbeiði, har tú fært høvi at fordjúpa teg enn meira í teimum ymisku evnunum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.

PRÓVTØKA

Útbúgvingin endar við próvtøkum hálvan juni (ástøðilig og verklig próvtøka) og eini einstaklinga meting (Feed Back) av próvtøkuavrikinum, og prógvhandan verður beint eftirfylgjandi. Tú fært eitt Makeup artist-sertifikat, sum prógvar, at tú hevur staðið próvtøkuna.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira