Kloakkering

Í samband við gerð ella endurnýggjan av kloakk, er umráðandi at arbeiðið verður gjørt á rættan hátt og í samsvar við galdandi reglur.

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er ætlað prosjekterandi, byggimálsviðgerðum, arbeiðstakarum og byggiharrum.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðinum er at lýsa galdandi lógir og útinnan av kloakkskipan í samband við bygging.

INNIHALD

  • Lógir og normar. Luttakarin fær kunnleika innan tilfar, samlihættir, brunnar og íbindingarmøguleikar til nýggjar og verandi kloakkir.
  • Prosjektering. Luttakarin verður førur fyri at útinna vanligar loysnir í samsvar við lógir og normar. Komið verður stutt inn á útrokningarhættir (promillurokning) av falli.
  • Útinnan av kloakkskipan. 3. dagin fáa luttakararnir uppgávur at tekna sethús og smærri virkir og útrokna (dimensionera) einkultar kloakkir.


Kloakkering

Dato: 12-Mar-2019
Pláss til: 20

Skráseting

Byrjar

12. mars 2019

Tilmeldingarfreist


Skeiðið fer í gongd sum ætlað, enn eru pláss eftir.


Tíðarætlan


Tað ber til at tekna seg til 2 daga skeið, 12. og 13. mars (týsdag og mikudag), har ástøði verður gjøgnumgingin.

Tað ber eisini til at tekna seg til allar tríggjar dagarnar, 12. 13. og 14. mars. Síðsti dagurin (14. mars) fáa luttakararnir uppgávur at tekna sethús og smærri virkir og útrokna (dimensionera) einkultar kloakkir.

Tímar

16 ella 24 

Kl.

08.30-16.00

Stað

Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn

Undirvísari 


Harley Joensen hevur PBA í Byggifrøði frá VIA Horsens í 2009, er útbúgvin kloakkmeistari frá VIA Horsens í 2010 og útbúgvin húsasmiður hjá sp/f Timbra í Fuglafirði í 2000. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir, bæði úr Føroyum og Týsklandi. Harumframt hevur hann royndir á teknistovu og innan entreprenørvirksemi og royndir við undirvísing av byggiteknikarum á Glasi. Hann hevur arbeitt sum prosjekt- og byggileiðari hjá SNA sp/f síðan 2011.

Praktiskt

Byrjað verður kl. 8.30 við morgunmati í nýggja bygninginum á Glasi, har vit eisini fáa døgurða kl. 12.15.

Kostnaður:

2 dagar (12. og 13. mars) kr. 4.950,-

3 dagar (12. 13. og 14. mars) kr. 6.950,-

Sig frá við tilmeldingini, um tú ynskir at tekna teg til tveir ella tríggjar dagar. 




Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira