Innleiðsluskeið til termofotografering og blowdoor

Málbólkur

Skeiðið er ætlað teimum, ið vilja vita meira um termofotografering av el-talvum, bygningum v.m. Tað er ikki neyðugt at hava útbúnaða, men ein fyrimunur. Støði verður tikið í Flir kamera.

Fortreytir

Skeiðið krevur onga undanfarandi vitan um termofotografering ella atgongd til termokamera.

Skeiðslýsing

Á skeiðnum verður gingið ígjøgnum grundleggjandi IR termofotograferingshættir og ymisku termokamerafunktiónirnar. Á skeiðnum verður eisini praktisk venjing. Tá skeiðið er av, hevur luttakarin fingið gott innlit í at velja útbúnaða og skilir, hvussu termofotograferingsuppgávur skulu loysast. 

Hesi evni verða gjølla lýst og møguliga brúkt í praktisku venjingunum.

Software (ritbúnaður) og eisini praktisk kunning um "Blowerdoor Retrotec EU5101"

  • Tær ymisku funktiónirnar og sundurgreining í termokamera
  • Val av útbúnaði og tilhoyri
  • Hvar kann termofotografering brúkast
  • Emissión og reflektión
  • Geometrisk upploysing
  • Dokumentatión - hvat skal frágreiðingin innihalda
  • Software (ritbúnaður) fyri analysu og frágreiðing
  • Praktisk venjing
  • Bygningstermografering og blowerdoor


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.





Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira