Grundskeið í gass sveising
Allastaðni innan maskin, skipasmíð og framleiðslu er tørvur á fólki, ið eru før fyri at sveisa við gass. Ein góður sveisari kann fáa nógvar uppgávur ymsastaðni, eisini uttanlanda.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað at hjálpa einstaklingum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni og bøta um møguleikarnar hjá luttakaranum at fáa útbúgving ella arbeiði.
ENDAMÁL
Endamálið við skeiðnum er at læra reglur viðvíkjandi trygd og umhvørvi í samband við sveising, og á grundleggjandi støði um gass sveising, sveisiteori, umhvørvi og trygd og nýtslu av tólum.
Luttakarin lærir eisini at sveisa stumpseym í rør á grundleggjandi støði, og at innstilla sveisiútgerðina í samsvar við forskriftirnar.
INNIHALD
Á skeiðnum lærir luttakarin at sveisa við oxygen og acetylen í ólegeraðum stáli í fylgjandi støðum:
- FW - Hornaseymur
- FW - Kantseymur
- BW – Tunnpláta
- BW - Rørsveising
Luttakarin verður eisini kunnaður um viðurskifti, ið hava týðning fyri sveising: tilsetingarevnir, sveisifeilir og eftirlitshættir, ymisk sløg av fugum, umhvørvið og trygd, og góðkenning (certificering) av sveisarum.
Allar sveisiuppgávurnar skullu samsvara við galdandi DS/EN/ISO standardar fyri visuella døming av sveisiroyndum.
Eftir lokið skeið hevur luttakarin fingið motoriskan og fakligan førleika á byrjunarstøði innan gass sveising av kantseymi og stumpseymi í plátu og rør.
EFTIRMETING
Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira