Grundskeið í Revit Architecture
- evningaramboðið innan byggiarbeiði
INNGANGUR
Hevur tú ætlanir um, at førleikamenna teg innan faktekning á teldu, hevur tú møguleika til at luttaka á hesum skeiðnum. Skeiðið gevur tær førleikan til at tilrættaleggja, broyta og tekna 3D tekningar við forritinum Revit Architecture. Neyðugt er, at luttakarin hevur egna teldu við og vit leggja forriti á telduna við skeiðsbyrjan.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er vælegnað til arkitektar, verfrøðingar v.m. sum arbeiða innan teknistovur og ráðgevandi fyritøkur. Skeiðið er eisini vælegnað til tey sum arbeiða innan byggivinnuna, td. timburmenn, handverkarar, byggimeistarar vm. og annars ørðum áhugaðum.
Skeiðið er tillaga nýggir brúkarar av Revit Architecture. Luttakarin skal helst hava kunnleika til windows xp ella nýggjari forrit. Ein fyrimunur er, at luttakarin kennir til onnur tekniprogrammir, eitt nú AutoCAD, men tað er tó ikki ein treyt.
ENDAMÁL
Endamálið er at geva luttakaranum førleika til at tilrættaleggja, tekna og broyta 3D tekningar við forritinum Revit Architecture. Aftaná lokið skeið hevur luttakarin fingið eina grundleggjandi vitan um Revit Architecture og er førur fyri at tekna eitt brúkbart 3D model.
INNIHALD
- Lært verður um tær grundleggjandi funkurnar á 3D støði í Revit Architecture og luttakarin fær innlit í arbeiðsháttinum, sum er tengdur at hesum tekniprogramminum
- Arbeitt verður við ymiskum byggilutum, bæði við at seta teir saman og at byggja teir upp eftir egnum ynski
- Byrja verður við tí heilt grundleggjandi, sum at upprætta modulnet, planir og hæddir. Síðan verður modellið útbýgd við veggum, vindeygum, hurðum o.s.fr.
- Luttakarin lærir at handfara 3D modelli og upprætta views, fasadutekning (húsasíður) og skurðar (tvørskurðar og longdarskurðar)
- Luttakarin lærir eisini at taka upplýsingar úr 3D modellinum, sum kunnu brúkast til eitt nú ein tilfarslista o.s.fr.
- Greitt verður eisini frá BIM (Building Information Modeling) og hvat ein brúkar hetta til
UNDIRVÍSINGARHÁTTUR
Undirvísingin er bæði ástøðilig og verklig
SKEIÐSVÁTTAN
Skeiðsluttakarin fær skeiðsváttan eftir lokið skeið.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira