Grundskeið í MS-Project 2016 - til ráðlegging av byggimálum
- Er tað tín uppgáva at leggja smærri prosjekt ella størri byggiverkætlanir til rættis?
- Tørvar tær innlit í eitt amboð, har tú fært yvirlit yvir tíð, arbeiðsmegi og kostnað?
Um svarið er "ja", so er MS-Project nakað fyri teg.
Á skeiðnum verður grundleggjandi undirvísing í MS-Project, herundir;'
- Kom í gongd við MS-Project
- Ger tíðarætlanir
- Tilluta arbeiðsmegi & kostnaðir
- Uppfylging av ætlanini
- Uppseting og skjalfesting
Á skeiðnum arbeiða luttakarar eisini sjálvstøðugt við uppgávum. Dømir og kjak, taka støði í ráðlegging av byggimálum.
Málbólkur
Skeiðið vendir sær til tey, sum luttaka í ella varða av byggiverkætlanum herundir;
- Arbeiðstakarar: Stórir sum smáir
- Ráðgevarar
- Byggiharrar
- Tryggingarfeløg
- Kommunur
Annað
Neyðugt er at hava egna teldu við.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Um SkeiðsDepilin
Komandi skeið
-
Grundleggjandi leiðaraskeið
16.09.2020 - 03.12.2020
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
28.09.2020 - 07.12.2020
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Skeið í persónligari trygd í samband við arbeiði við epoxy og isocyanatum
26.11.2020 - 27.11.2020
-
Cambridge Assessment English
01.12.2020 - Mai 2021
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira