Dreying og fresing

Innan framleiðslu og á verkstøðum um alt landið, verður arbeitt við dreying og fresing. Arbeiðið umfatar fyri tað mesta tilvirkan av ymiskum lutum í samband við umvælingar- arbeiði og framleiðslu.

MÁLBÓLKUR

Skeiðið hjálpir luttakaranum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni og bøtir um møguleikarnar hjá tí einstaka at fáa útbúgving ella arbeiði.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðnum er, at luttakarin eftir vegleiðing, við hjálp av dreying og fresing, verður førur fyri at gera smærri framleiðslu- og umvælingararbeiði.

Endamálið við skeiðnum er at luttakarin gerst førur fyri at dreya innanfyri 0,1mm toleransu í plan- longs og konusdreying og at fresa innanfyri 0,1mm toleransu í vanligum fresiuppgávum.

INNIHALD

  • Ástøði, umhvørvi og trygd 7½ tíma (18,75%) Undirvíst verður í umhvørvi á einum maskinverkstaði við atliti til skeriolju, inniluft og roterandi spóntøku. Arbeitt verður við lesing av DS/ISO arbeiðstekningum og brúk av skjótilæru og mátiuri. Luttakarin verður undirvístur í brúk av dreyibonki og fresara.
  • Dreyitøkni verkligt 16 tímar (40%) Arbeitt verður við at uppspenna í trýklógv, dreya við pinol, stilla stál í rætta skerihædd og at brúka vangastop.
  • Fresing verkligt 16 tímar (40%) Arbeitt verður við at rætta skrúvustikku rokna snúningstal og tilspenning til skrub og slætt fresing, og somuleiðis, at brúka viðkomandi mátitól.
  • Eftirmeting ½ tíma (1,25%)

Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira