Dampsperrur, klimamembranir og tættleiki av nýggjum og verandi bygningum

So hvørt sum orkuprísirnir hækka, verður høvuðsdentur lagdur á týdningin av tættum bygningshættum. Ein stórur partur av orkuni, sum verður brúkt til upphiting av bygningum, verður brúkt uppá orkutap, sum ótøtt bygging viðførir. Tað gerst alsamt vanligari, at nýggir bygningar trýstroynast við hjálp frá einum blowerdoor-test. Stór krøv verða sett til rætt val av tilfari og staðseting av dampsperruni/klimamembranini, so fuktur í byggingini, sum kann viðføra sopp og blámusopp, slepst undan. Krøv verða somuleiðis sett til handverkaran, tá ið tættar samlingar, gjøgnumbrótingar og tilslutningar skulu gerast.

Eldri bygningar kunnu við fyrimuni tættast fyri at spara um orkuna og haraftrat náa størri hentleika (komfort). Tí inniheldur hetta skeiðið ástøðiligar og verkligar hættir til staðseting av dampsperru/klimamembranum í tak- og veggkonstruktiónum í verandi bygningum.

Málbólkur

Byggifrøðingar, byggikonsulentar, verkfrøðingar, arkitektar, sýnsmenn, handverkarar, tryggingarfeløg, sethúsasølur o.l.

Innihald

Skeiðið verður hildið sum eitt samspæl millum ástøðilig upplegg, samtalugrundaða undirvísing og ástøðiligar/verkligar venjingar. Á skeiðnum fara skeiðsluttakararnir millum annað at kunna:

  • ráðgeva við val av tættleikamembranum
  • ráðgeva í samband við innaru- og uttaruvegskonstruktiónir
  • ráðgeva í samband við skrá- og flattakskonstruktiónir
  • arbeiða við tættleika av takkonstruktiónum frá ávíkavist innaru- og uttaru síðu
  • skilja verkliga uppseting av tættleikamembranum
  • arbeiða við ymiskum uppskotum at greiða/loysa tættleika av innveggjum (forsatsvægge)
  • skilja vandamál viðv. innansíðis eftirbjálving av kjallaraveggjum
  • gera verkliga uppseting av 2 sløgum av tættleikamembranum
  • fáa ástøðiliga vitan um damp- og lufttættleika
  • gera verkliga uppseting av dampsperru og blowerdoortest

Skeiðsins høvuðsinnihald er rætt val av: tilfari, staðseting og tilgerð av tættleikamembranum á nýggjum sum eldri bygningum.

Útflýggjað verður yvirlit (kompendium) og cd við elektróniskum tilfari.

Av tí at skeiðið inniheldur arbeiði á verkstøðum, er neyðugt at hava arbeiðsklæðir við.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira