Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

AutoCad grundskeið

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Hevur tú ætlanir um, at førleikamenna teg innan faktekning á teldu, hevur tú møguleika til at luttaka á hesum skeiðnum. Skeiðið gevur tær førleikan til at tilrættaleggja, broyta og tekna 2D tekningar við forritinum AutoCad.

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er vælegnað til fólk sum arbeiða innan byggivinnuna, td. timburmenn, handverkarar, byggimeistarar vm. og eisini innan maskinfakið.Hetta er eisini eitt gott høvi hjá eitt nú tekniskum assistentar at fáa uppfríska sín førleika at nýta AutoCad og annars ørðum áhugaðum.

Ein fyrimunur er, at hava telduførleika á vanligum brúkara støði.

ENDAMÁL

Endamálið er at geva luttakarunum førleika til at tilrættaleggja, tekna og broyta 2D tekningar við forritinum AutoCad.

INNIHALD

  • Byrjan – Lært verður um funkurnar á 2D støði
  • Fyrireiking – Tilrættalegging av tekniuppgávum
  • Tekning – Uppgávur og kjak
  • Eftirmeting – Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan eftir lokið skeið.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið