ABR 18 - Nýggjar vanligar ásetingar fyri tekniska ráðgeving og stuðul

Innleiðsla

Øll avtaluskipanin í sambandi við bygging verður broytt. Nýggju reglurnar eru almannakunngjørdar 21. juni 2018 við gildiskomu 1. januar 2019 í Danmark. 

Hetta skeið leggur dent á broytingarnar í ABR 89 - ið er vanliga støðið undir ráðgevaraavtalum. 

Bygnaðurin í ABR 89 verður við ABR 18 broyttur og fer at líkjast tí bygnaði, sum vit kenna frá AB 92, og harumframt fara at vera rættiliga nógvar broytingar í nýggju reglurnar og nágreiningar av undanfarnu reglunum.

Málbólkur

Ráðgevar, arkitektar, verkfrøðingar, arbeiðstakarar og byggiharrar - sum arbeiða við ABR 89 nú og hava tørv á at fáa innlit í ABR 18.

Endamál

At kunna seg við tær týdningarmestu nýggju ásetingarnar í ABR 18 og hvar tær víkja frá ABR 89, soleiðis at greiða fæst á, hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru í sambandi við reglurnar, uttan mun til um tú ert byggiharri ella ráðgevi.

Innihald

Á skeiðinum fara vit at hugsavna okkum um tær týdningarmestu broytingarnar viðvíkjandi ABR 89.

ABR 89 fer framhaldandi at vera galdandi í øllum verandi avtalum. Tí verða nýggju reglurnar bornar saman við reglurnar í ABR 89, so líkleikar og frávik gerast týðilig. Rættarsiðvenja eftir verandi reglum verður nýtt til bæði at vísa, hvussu praksis hevur verið við til at slóða fyri nýggju reglunum og til at veita íkast til eina betri fatan av teimum verandi og teimum nýggju reglunum.

Høvuðsevnini eru:

  • Broytti bygnaðurin - og samanheingið við ABR 18
  • Ráðgevingarhættir - og avleiðingar av teimum 
  • Øktu krøvini til ráðlegging og tíðarstýring
  • Arbeiðstøkuprosjektering og prosjektgjøgnumgongd
  • Ráðgevaraábyrgd, eitt nú ábyrgd av prosjektering, útboð, tað at fíggjarætlanin ikki heldur og eftirlit við denti á broytingunum viðvíkjandi ABR 89
  • Ábyrgdaravmarking
  • Trætuviðgerð - eitt nú nýggi myndilin fyri ósemjuloysn

Broytingar kunnu vera í innihaldinum, alt eftir hvussu ABR 18 endaliga kemur at sýggja út.

Vangamynd - undirvísari

Vibeke Kragh, lektari og cand.jur. hevur undirvíst í arbeiðstøkurætti á útbúgvingini fyri byggifrøðingar á VIA University College í Horsens síðan 2008.

Hevur undirvíst á fleiri eftirútbúgvingargongdum, eitt nú á prosjektleiðaraútbúgving fyri byggifrøðingar, ið varð boðin út í samstarvi við danska byggifrøðingafelagið, og á leiðsluútbúgving hjá byggivinnuni, ið varð boðin út í samstarvi við Molio.

Hevur arbeitt sum advokatur (L) síðan 1991, tó við einum steðgi, tá ið hon undirvísti á Skeiðsdeplinum á Horsens Handilsskúla, har hon hevði ábyrgd av eftirútbúgvingini fyri advokatskrivarar.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.


Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira