AB 18 - Nýggjar vanligar ásetingar fyri byggi- og verklagsarbeiði
Innleiðsla
Øll avtaluskipanin í sambandi við bygging verður broytt. Nýggju reglurnar eru almannakunngjørdar 21. juni 2018 við gildiskomu 1. januar 2019 í Danmark.
Hetta skeið leggur dent á broytingarnar í AB 92 - ið er vanliga støðið undir arbeiðstøkuavtalum.
Bygnaðurin í AB 92 er óbroyttur í tí nýggju AB 18, men væntast kann, at innihaldsliga verða fleiri munandi broytingar.
Málbólkur
Partarnir í byggiverkætlanum - arbeiðstakarar, ráðgevar, byggiharrar - sum arbeiða við AB 92 nú og hava tørv á at fáa innlit í AB 18.
Endamál
At kunna seg við tær týdningarmestu nýggju ásetingarnar í AB 18 og hvar tær víkja frá AB 92, soleiðis at greiða fæst á, hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru í sambandi við reglurnar, uttan mun til um tú er byggiharri, arbeiðstakari ella ráðgevi.
Innihald
Á skeiðinum fara vit at hugsavna okkum um tær týdningarmestu broytingarnar viðvíkjandi AB 92.
AB 92 fer framhaldandi at vera galdandi í øllum verandi avtalum. Tí verða nýggju reglurnar bornar saman við reglurnar í AB 92, so líkleikar og frávik gerast týðilig. Rættarsiðvenja eftir verandi reglum verður nýtt til bæði at vísa, hvussu praksis hevur verið við til at slóða fyri nýggju reglunum og til at veita íkast til eina betri fatan av teimum verandi og teimum nýggju reglunum.
Høvuðsevnini eru:
- Øktu krøvini til ráðlegging og tíðarstýring
- Skerping av skyldunum til at gera møgulig krøv galdandi (orsakað av seinking, eykaarbeiði, tíðarfreistarleinging o.ø.)
- Arbeiðstøkuprosjektering
- Prosjektgjøgnumgongd
- Indeksjavning og gjalding
- Nýggj avhendingarmannagongd
- Nýggj trætuloysnarskipan við ósemjustiga
Broytingar kunnu vera í innihaldinum, alt eftir hvussu AB 18 endaliga kemur at sýggja út.
Vangamynd - undirvísari

Vibeke Kragh, lektari og cand.jur. hevur undirvíst í arbeiðstøkurætti á útbúgvingini fyri byggifrøðingar á VIA University College í Horsens síðan 2008.
Hevur undirvíst á fleiri eftirútbúgvingargongdum, eitt nú á prosjektleiðaraútbúgving fyri byggifrøðingar, ið varð boðin út í samstarvi við danska byggifrøðingafelagið, og á leiðsluútbúgving hjá byggivinnuni, ið varð boðin út í samstarvi við Molio.
Hevur arbeitt sum advokatur (L) síðan 1991, tó við einum steðgi, tá ið hon undirvísti á Skeiðsdeplinum á Horsens Handilsskúla, har hon hevði ábyrgd av eftirútbúgvingini fyri advokatskrivarar.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Grundleggjandi leiðaraskeið
16.09.2020 - 03.12.2020
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
28.09.2020 - 07.12.2020
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Skeið í persónligari trygd í samband við arbeiði við epoxy og isocyanatum
26.11.2020 - 27.11.2020
-
Cambridge Assessment English
01.12.2020 - Mai 2021
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira