Telefontænasta
Er títt arbeiði at taka telefonina?
- telefonteknikkir til truplar samrøður
Intensivt 2-daga skeið
Skeiðið er ætlað til starvsfólk í telefonavgreiðslum, sum aloftast hava fyrsta sambandið við viðskiftafólkini - fyrsta røddin. Hesi starvsfólkini hava avgerandi ávirkan á upplivingina hjá viðskiftafólkinum av fyritøkuni ella stovninum.
Hvat fært tú burturúr skeiðnum? Á skeiðnum fært tú styrkt tínar førleikar til at taka telefonina soleiðis, at viðskiftafólkini fáa eina góða uppliving, og at tú sum starvsfólk verður vart móti samrøðum, sum fara illa við sjálvsvirðinum og sjálvsálitinum.
Evni á skeiðnum
- Eyðkenni við telefonavgreiðslum
- Røddin sum amboð
- Atferðartypir
- Spurnarteknikkir
- Nærvera og tørvurin hjá viðskiftafólkinum
- At tillaga seg móttakaran
- Ábyrgd og álit
§ At vera til staðar
- Amboð til at fyribyrgja og handfara truplar avgreiðslur
- At seta seg í støðuna hjá viðskiftafólkinum
- Uppbyggjandi samskifti
- Persónlig handliætlan
Viðskiftafólkini eggja
Tað er skjótt, at telefonsamrøður taka orkuna í arbeiðsdegnum. Truplar samrøður kunna tyngja arbeiðslívið. Hinvegin vísa kanningar, at nøgd viðskiftafólk geva størri motivatión, enn leiðarar kunna geva. Áhugin og viljin kemur, tá starvsfólk merkja, at teirra arbeiði ger mun, og viðskiftafólki vísir sítt nøgdsemi.
Spyr so svara..
Á skeiðnum lærur tú, at mátin, spurt verður ávirkar møguleikarnar í samrøðuni, eitt nú um munin ímillum at spyrja opnar og lukkaðar spurningar. Eisini fært tú amboð til at stýra røddini í trongdum støðum og tilvitan um, at tónalag og styrki á røddini kunna vera avgerandi.
Amboð til truplar støður
Góð telefontænasta er ein týdningarmikil førleiki, men tað er krevjandi at handfara øll við sama yvirskoti. Málið við skeiðnum er at fáa amboð til at fyribyrgja og handfara truplar støður.
Undirvísingarháttur
Skift verður millum ymsar arbeiðshættir á skeiðnum. Undirvísingarhátturin er ástøðiligur og praktiskur. Støði verður tikið í føroyskari mentan, og í egnum royndum hjá luttakarunum.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Merkantila økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira