Betri tænasta - MEIRI SØLA
Tað eru starvsfólkini, ið sita við kassan, standa við diskin ella taka telefonina, ið hava oftast og tættast samband við kundan. Tað eru hesi starvsfólk, sum gera av, um ein ordri verður til ein fastan kunda.
Tí er sera umráðandi, at hesi starvsfólk hava evni og førleika at geva eina dygdargóða tænastu, og at tey eru útgjørd við amboðum og vitan um sølu og meirsølu.
Málbólkur
Starvsfólk sum hava fyrsta sambandið við kundan, eitt nú starvsfólk sum sita við kassan, standa við diskin, ekspedera og ráðføra í handlinum ella taka telefonina.
Endamál
- Hvussu kunnu vit selja enn meira?
- Hvussu kunnu vit økja um tænastuna og veksa um søluna
Innihald
Skeiðið viðger m.a. hesi evni:
- Tænastuhugtakið
- Hvat væntar kundin, tá ið hann kemur júst til okkara
- Hví velur hann júst okkum
- Hví velur hann við vilja IKKI okkum
- Tað lítla eyka sum ger at kundin júst velur okkum
- Munur á tí sum vit lova og siga at vit eru - og tað sum vit verunliga eru og gera
- Tað er ikki arbeiðsgevarin sum betalir okkara løn, tað er kundin
- Sølu-amboð
- Sølu-vitan
- Meirsøla
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Merkantila økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira