Ráðgeving og góður bankasiður
ENDAMÁL
Peningastovnar og "finansielle virksomheder" skulu, tá teir ráðgeva privatkundum, fylgja reglunum um góðan sið. Tað er Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlit við hesum. Endamálið við skeiðnum er at kunna luttakararnar um krøvini um góða ráðgeving í viðurskiftum viðvíkjandi priovatkundum, ið sett verða peningastovnum sambært lóggávuni. Dentur verður serliga lagdur á góða ráðgeving samsvarandi krøvunum og fyribyrgja at feilir henda.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað starvsfólkum, ið starvast á privatkundadeildum í peningastovnum og sum vilja dagføra sína vitan. Starvsfólk og annars onnur sum eru áhugaði í hesum evninum og sum ikki hava nakra ástøðiliga útbúgving ella royndir á økinum, kunnu eisini luttaka á skeiðnum.
INNIHALD
Eitt nú hesi evni verða gjøgnumgingin:
- almennu reglurnar um góða ráðgeving og góðan sið
- krøvini um, og í hvønn mun, avtalur skulu verða skrivligar
- reglurnar um uppsøgn av og broytingar av treytum, eitt nú rentum á inn- og útlánum og viðskiftatreytum annars
- reglurnar um marknaðarføring
- ráðgeving við grundarlagi í meginregluni um "kenn tín kunda"
- serligu reglurnar fyri lán við veð í fastogn
Nomið verður eisini við reglurnar um ráðgevaraábyrgd og møguleikarnar og mannagongdina fyri at klaga.
UNDIRVISINGARHÁTTUR
Grundarlagið undir undirvísingini verður í høvuðsheitum ein gjøgnumgongd av dómum (rættarpraksis) og úrskurðum frá Peningastovnskærunevndini (Pengeinstitutankenævnet) Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Eisini verður uppgávu- og bólkaarbeiði, har luttakarar fáa høvi til at royna reglurnar í verki.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Merkantila økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira