Excel grundskeið

Endamál

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum vegleiðing í, hvussu Excel rokniark kann brúkast á skynsamasta hátt. Dentur verður lagdur á ta grundleggjandi innlæringina í sambandi við at sláa inn, ritstýra og brúka mús. Arbeitt verður við uppgávum. Tilfarið er lagt til rættis soleiðis, at luttakararnir fáa eina breiða fatan av teimum møguleikum og fyrimunum, ið rokniarkið hevur.

Innihald

Skeiðið viðger m.a. hesi evni:

  • at brúka valmyndir og dialogboksir 
  • at brúka skiljingarskipanir
  • at leggja inn tekst og tøl 
  • at brúka frymlar 
  • at stovna ein dátugrunn 
  • at gera og brúka fjølvar (macro) 
  • at brúka snarknappar 
  • at flyta og avrita dátur 
  • at goyma, heinta og skriva út eitt rokniark 
  • lutfalslig og treytað tilvísing

Luttakarar 

Skeiðið er ætlað teimum, ið hava tørv á at arbeiða við rokniarki og teimum, ið ynskja sær eitt teldukoyrikort.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira