Kundatænasta 

Málbólkur

Skeiðið er ætlað starvsfólki úr øllum vinnugreinum innan tað privata ella almenna økið, ið hava ábyrgd av sølu, tænastu og kundarøkt 

Endamál

At luttakararnir læra, hvat góð kundatænasta er, soleiðis at tey kunnu móttaka viðskiftafólk á ein proffesionellan hátt. At luttakararnir fáa innlit í, hvussu tey kunnu hækka tænastustøði mótvegis sínum viðskiftafólki. Skeiðið gevur luttakarunum virðismikil amboð til at geva viðskiftafólkunum eina proffesionella kundatænastu, samstundis sum fortreytir verða skaptar fyri øktari sølu.

Luttakararnir fáa kunnleika til ymsar samskiftishættir og fáa vitan um persónstypir, ið er ein fortreyt fyri tænastu, samskifti og samstarvi. Dentur verður lagdur á, at tað, sum verður lært á skeiðnum, kann nýtast í dagliga arbeiðnum til sjálvsmenning.

Skeiðið skal hjálpa við at gera luttakararnar betri førar fyri at taka ímóti, arbeiða við, orða og geva víðari upplýsingar, ið kunnu tryggja eina góða kundatænastu og eitt høgt kunningarstøði.

Skeiðið miðjar eftir at menna tænastustøðið, so alt hepnast nógv betur, tá tú skalt:

  • møta viðskiftafólkinum og velja framferðarhátt
  • varðveita yvirlitið, tá støðan er kroyst, og tíðin knøpp
  • hava medferðarkenslu og -skyn
  • vera før/ur fyri at veita bestu kundatænastuna

Starvsfólkini eru tey, ið hvør í sínum lagi mynda virkið og fáa tað at virka. Virkið og tey, ið brúka tað, fáa eina betri tænastu, um starvsfólkið er væl fyri. Skeiðið skal tí elva til betri førleika at taka ímóti, handfara, orða og geva víðari upplýsingar og tryggja eitt høgt tænastu- og kunningarstøði.

Skeiðsluttakararnir fáa eitt ávíst innlit í ymiskar persónstypir, ið kunnu greiða frá, hví vit ofta gera, sum vit gera.

Innihald

Hesi evni verða tikin til viðgerðar:

  • samskifti
  • orð, tónalag og kropsmál
  • persónlig medferð og hugburður
  • krøv til sølufólk og tænastuveitarar
  • samskiftis- og eygleiðaraførleiki
  • persónlig framkoma og verumáti
  • kundatænastan og sølugrundreglur
  • móttøka, fyrireikandi søluarbeiði
  • kundaleiklutur, viðskiftafólkaleiklutur, kundasløg ("typur")
  • sølusansir

UNDIRVÍSINGARHÁTTUR

Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og bólkaarbeiði. Dentur verður lagdur á, at luttakararnir eru virknir og við av fullum huga.
Undirvísingin verður givin av fólki við hollari fakligari vitan, praktiskum og frálæruligum royndum.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira