Effektivir Fundir - við rúm fyri Kreativiteti
9 av 10 uppliva spilltíð á fundum Hvussu nógva tíð brúkar tú á fundum og hvat kemur burturúr? Hevur tú ongantíð sitið við kensluni "Hví eri eg við á hesum fundi?" ella "hettar tosaðu vit um á seinasta fundi og ein greið niðurstøða varð tikin, so hví kemur málið fyri aftur nú?" Kanning vísir, at 9 av 10 uppliva spilltíð á fundum, og tað kann skapa strongd, tá aðrar uppgávur liggja og bíða, og tíðin fer til nyttuleysar fundir.
Kreativitetur - ongantíð ov nógv samskifti Tá starvsfólk kenna seg ótryggan og missa motivatiónina, er orsøkin aloftast væntandi samskifti. Tað er ongantíð ov nógv samskifti, og fundir kunnu tryggja kunning og fyribyrgja ósemjum. Eisini er tað í samskiftinum millum menniskju, at hugskot koma og vitanin verður fleirfaldað. Tað er neyðugt at hava fundir, men eins neyðugt er tað, at fundirnir viðvirka til at skapa dynamikk og framgongd. Á skeiðnum verður arbeitt við at hava fundir, sum við kreativiteti stuðla uppundir broytingum og framburði.
Kaffi er ok, men... Kenna tit tað aftur, at sjálvt við væl skipaðum mannagongdum, fundarinnkalling, kaffi á borðinum og fundarfrásøgn, so kemur lítið og einki burturúr fundunum? Støðan er vælkend, eitt orð tekur annað og brádliga er tíðin ikki bara farín, men eisini fokus og endamálið við fundinum.
Málbólkur
Skeiðið er ætlað leiðarum og starvsfólkum, ið hava ábyrgd av, og/ella regluliga luttaka á fundum.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakararnar amboð til at skapa framgongd og úrslit á fundum, soleiðis at luttakararnir eru førir fyri at avgreiða ein fund skjótt og væl, samstundis sum úrtøkan av fundinum verður nógv betur.
Innihald
Hetta læra tit:
- Fundarstigini
- At taka burt tíðarrænarar
- At skapa ró og fokus
- Teknikkir at tryggja avgerðir á fundum
- Atgerðar- og metastøði
- kreativitetur og innovatión
- Teknikkir at seta í gongd og halda áhuganum
- At gera hugskot og niðurstøður ítøkilig og brúkilig
- Status og fokus
- Afturmeldingar og uppfylging
-
Øll luttaka Hvussu kunnu tey, som tosa nógv fylla minni, og tey, sum eru friðarlig luttaka og koma til orðanna? Flestu av okkum - kanska øll, hava verið á fundum, har tað eru tey fáu, sum tosa og luttaka. Á skeiðnum verður arbeitt við at hava fundir, har øll luttaka virki við hugskotum og meiningum.
"Skulu vit siga, at hetta er tað?" So er tað løtan, tá fundurin er um at enda, tað verður longri millum, at fólk taka orðið og fólk hyggja spyrjandi um seg, og so verður sagt "Skulu vit siga, at hettar var tað?". Fundarfólkini fara hvør til sítt og ógreitt er, hvat komið er burturúr fundinum. Á skeiðnum verður arbeitt við ítøkiligum teknikkum og amboðum at tryggja greidleika frá byrjan, og endað verður við uppfylging aftaná, at fundurin er lokin.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Merkantila økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira