Dugir tú at samskifta 

Øll hava fyri neyðini at duga væl at samskifta bæði skrivliga og munnliga. Her er skeiðið, sum rykkir ullina úr munninum og vendir stílaskrivingini á høvdið.

Munagott samskifti kann eingin vera fyri uttan. Tey, sum kortini kunnu, munnu pella.

Bølir tú uppi yvir skrivligum uppgávum? Fært tú ikki boðskapin ordiliga fram í brøvum? Gerast teldupostarnir ov drúgvir? Taka teir ov langa tíð? Og hvussu er, tá tú skalt reisa teg og siga nøkur orð í einari mannfjøld? Firvaldar í búkinum? Dettur tann svarti “klappurin” niður fyri eyguni?

Uppskriftin, sum mangan hjálpir er henda: Set tær eitt mál, fá boðskapin fram og ger hampiliga stutt av. Og so tað mest neyðuga: Tú skalt tora at tora.

Á samskiftisskeiðinum fæst innlit í, hvat samskifti er, og dentur verður lagdur á munagott samskifti, har boðskapurin og móttakarin eru í miðdeplinum. Tú hevur kjansin at broyta tín skrivihátt, og tá skeiðið er liðugt, dugir tú rímiliga væl at bera tíni sjónarmið fram munnliga.

Vit røkka málinum við skrivligum venjingum, dømum úr gerandisdegnum og við at festa framløgur okkara á sjónband og greina tær í felag.

Hetta er skeiðið, sum rykkir ullina úr munninum og vendir stílaskrivingini á høvdið.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira