Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

At søkja arbeiði - ALS-S

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er ætlað øllum teimum, sum annaðhvørt halda tað vera trupult at skriva eina umsókn og fara til setanarsamrøðu ella teimum, sum væl kundu hugsað sær at blivið enn betri til tess.

ENDAMÁL

Tá ein gerst arbeiðsleys/ur er oftast neyðugt at skriva umsóknir og fara til samrøðu, til tess at fáa eitt nýtt starv.

Á skeiðnum verður dentur tí lagdur á, at skeiðsluttakarin gerst før/ur fyri at skriva eina umsókn og fær venjing í, hvussu ein ger, tá ein skal til setanarsamrøðu.

FYRITREYTIR HJÁ SKEIÐSLUTTAKARUNUM

Flestu arbeiðsgevarum dáma best at fáa skrivligar umsóknir, sum eru skrivaðar á teldu. Tí fáa skeiðsluttakararnir eisini venjing í hesum. Um so er, at tú ikki ert von/vanur við at nýta teldu, er tað eingin trupulleiki. Skeiðshaldararnar hjálpa tær, so tú nýtist ikki at aftra teg av teirri orsøk.

Sigast skal, at væntandi verður nakað av heimaarbeiði hjá skeiðsluttakarunum.

Heitt verður á tykkum um undan skeiðnum at skriva niður, hvørja skúlagongd, útbúgving/skeið og arbeiðsroyndir tit hava. Um tit ávís tíðarskeið hava havt sjálvboðið arbeiðið so sum: nevndararbeiði, í foreldraráðum, ítrottarfeløgum o.s.fr so skrivið eisini hettar niður.

Skeiðið skiftir millum teori og praksis. Tað vil siga, at skeiðshaldararnar greiða frá og skeiðsluttakararnar gera venjingar – bæði í bólkum og sjálvstøðugt.

SKRÁ

Dagur 1 – Dreymar og visjónir

Hvat starv kundi eg hugsað mær, og hvussu finni eg rætta starvið? Eisini fara vit í holt við at skriva CV (Curriculum Vitae).

Dagur 2 – Umsóknin

Hvat er ein góð umsókn? Hvussu geri eg eina góða umsókn?

Dagur 3 – Setanarsamrøður

Hvussu fyrireiki eg meg, og hvussu fer setanar-samrøðan fram?

Dagur 4 (eina viku seinni) – Umsóknin skal gerast liðug

Vit tosa um, hvagar skal sendast og taka samanum

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið