Stress workshop

ENDAMÁL

At geva tær mannagongdir til at fyribyrgja, finna og handfara strongd

At gera teg tilvitaðan um tíni egnu tekin, orsøkir, strongd og atburð
At geva tær teknikkir til at brúka tekin og atburð hjá tær og øðrum konstruktivt og uppbyggjandi í staðin fyri niðurbrótandi

Við støði í tínum gerandisdegi at geva tær nøkur ítøkilig amboð til at leggja dent á tínar møguleikar.

SPURNINGAR, SUM VERÐA SVARAÐIR

  • Hvat er strongd?
  • Hvat streingir tann einstaka?
  • Hvussu ávirkar strongd – kropsliga og sálarliga?
  • Hvørji tekin skal eg ansa eftir?
  • Hvussu sleppi eg undan strongd?
  • Hvussu handfari eg byrjandi strongd?

TILFAR

  • Skeiðsmappur við framløgum og lítlum testum  
  • Heimauppgávur  
  • Virkisætlanir

HÁTTUR

Fyrsta dagin verður ein blandingur av framløgum, hugleiðingum og gjøgnumgongd av ymiskum amboðum. Í tíðarbilinum millum fyrsta og annan dagin arbeiða luttakararnir tilvitaðir við ymiskum amboðum. Síðsta dagin verður arbeitt við uppsavning og virkisætlanum til tann einstaka.

Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira