Persónlig førleikamenning
– sjálvsinnlit, atferðarmynstur og samskifti
- Hevur tú skil á tínum egnu sterku síðum?
- Hevur tú eina mynd av, hvussu onnur uppliva teg?
- Sjálvsinnlit í tín virkisstíl og førleikar, økir um tín møguleika at virka betur.
Útbúgvingin gevur tær eina mynd av tínum persónligu førleikum og hvørja atferð, ein oftast velur – og íblástur, ítøkilig amboð og persónlig sparring til virkni og menning.
ENDAMÁL
- At geva tær innlit í egin atferðarmynstur – umframt betri at kunna skilja og avlesa atferðina hjá øðrum
- At geva tær amboð, sum kunnu betra um títt samstarv við onnur – við einum betri samskifti
- At geva tær møguleika at gera ítøkiligar virkisætlanir – sum viðvíkja tínum gerandisdegi
SKEIÐIÐ FEVNIR M.A. UM
Tú
- Við støði í einari avdúking av tínum persónliga atferðarstíli og feedback frá øðrum – at geva tær persónlig amboð til at styrkja menningina av tínum egnu førleikum
- ”Proaktiv fokusering” – títt val
Tín arbeiðsfelagi
- Hvussu er tann frálíki arbeiðsfelagin?
- Hvørjum samstarvar tú best við – og hví?
- Hvussu tryggjar tú eitt nøktandi arbeiðsumhvørvi?
Samskifti
- Tann viðurkenda samrøðan
Coach samrøðuhátturin
Goodwill kontan
Samstarvið
- Toymi ella bólkar
- Læringssirkulin (veit, kann, vil og geri)
- Broyting (møg. við støði í ”Hvem har flyttet min ost?”)
Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Leiðslumenning
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira