Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd

Okkara kundar leggja alsamt  meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett saman í tøttum samstarvi við Skeiðsdepilin. Á leiðslumenningarøkinum hava vit góðar royndir at seta saman eina leiðslumenningartilgongd, ið sameinar  tann verkliga og tann ástøðiliga partin innan leiðslu.

Leiðslumenningartilgongdin verður ment í tøttum samstarvi við tína fyritøku ella tín stovn, og støði verður tikið útfrá tykkara tørvi og ynskjum. Ein tílík leiðslumenningarætlan verður gjøgnumførd sum eitt innanhýsis menningar- og skeið tiltak, og gevur tí møguleika at arbeiða við tykkara ítøkuligu avbjóðingum, soleiðis at úrtøkan verður enn betri.

Royndir okkara vísa, at hendan samanseting av einari málrættaðari leiðslumenningartilgongd gevur ítøkiliga úrtøku so hvørt, sum tilgongdin fer fram. Leiðararnir arbeiða við teirra dagligu avbjóðingum og málum, og fáa harvið førleikament seg á staðnum at loysa hesar avbjóðingar.

Møgulig evni í leiðslumenningartilgongdini kunnu td. vera: Strategisk leiðsla, Persónlig leiðsla, Starvsfólkaleiðsla, Toymisleiðsla, Broytingarleiðsla, Verkætlanarleiðsla, Samstarv og Samskifti.Tilgongdin  verður sett saman í modulum við hóskandi millumbili, og hvørt modulið verður gjøgnumført sum eitt vistarskeið á tveir dagar.

Set teg í samband við Skeiðsdepilin, so finna vit í felag leiðslumenningartilgongdina, ið hóskar tykkum best.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.








Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira