Prosjektleiðsla avgerandi amboð á nýmótans arbeiðsplássum

Á flestu stovnum og fyritøkum verða uppgávur í alt størri mun skipaðar sum verkætlanir, og tí er umráðandi, at leiðarar og øll lyklastarvsfólk duga prosjektleiðslu. Skeiðsdepilin bjóðar nú skeið í prosjektleiðslu.

Gerandisdagurin á flestum fyritøkum og stovnum er í dag í stóran mun settur saman av verkætlanum ella tvørgangandi arbeiðsbólkum. Leiðarar og lyklastarvsfólk hava ábyrgd av og stýra arbeiðnum, og tað merkir, at førleikin at stovna og leiða verkætlanir fær støðugt størri týdning bæði innan privata og almenna partin.

Skeiðsdepilin bjóðar nú eitt prosjektleiðaraskeið, sum er ætlað leiðarum og øðrum lyklapersónum, ið arbeiða við verkætlanum ella í næstu framtíð fara í gongd við prosjektarbeiði.

Málbólkur

Skeiðið er ætlað núverandi og komandi prosjektleiðarum, ið hava tørv á grundleggjandi førleika og amboðum í prosjektleiðslu og -stýring.

Endamál

Endamálið við skeiðnum er, at luttakararnir - prosjektleiðarar ella prosjektstarvsfólk - fáa innlit í viðkomandi amboð og háttaløg, sum tey í praksis kunnu nýta í samband við at tilrættisleggja og gjøgnumføra verkætlanir.

Fáa kunnleika um prosjektleiðaraleiklutin og skilja, hvørjar uppgávur prosjektleiðarin skal loysa.

Á sjálvstøðugan hátt megna at leggja ætlan fyri prosjekt, sum verður eftirmett av vegleiðara saman við øðrum skeiðsluttakarum.

Mál

Málið við undirvísingini er, at:

  • geva innlit í grundleggjandi prosjektmyndlarnar, prosjekttilgongdina og geva fatan av, hvussu prosjektir kunnu skipast
  • skapa skilnað um samspælið í einari prosjektskipan og við støði í givnu prosjektumstøðunum og prosjekttilfeinginum, kunnu meta um og nýta viðkomandi amboð og mannagongdir at orða og loysa prosjektuppgávur og skapa framdrátt
  • skapa greiða tilvitan um prosjektleiðaraleiklutin og ymiskar hættir at samskifta, stýra og leiða prosjektir

Skeiðsbygnaðurin

Skift verður millum modulur, heimauppgávur og cases, sum taka støði í tínum dagliga arbeiði, venjingar og fyrilestrar. Á skeiðnum verður dentur lagdur á dygdir so sum innliving, uppfinnsemi og samspæl millum menniskju.

Skeiðið er skipað sum 5 modulur á 2 dagar og fevnir um hesi høvuðsevni:

Modul 1. Prosjektleiðsla – eitt fyriskipanarligt (organisatoriskt) sjónarmið

a. Innleiðsla um prosjektir og leiðslu
b. Prosjektgongdin
c. Samanspæl inn- og úteftir
d. Leiðsla alment og í prosjektum

Modul 2. Prosjektfyrireiking

a. Fyrireiking og greining av endamáli og tilfeingi
b. Leggja ætlan fyri mál, virksemi og leveringum

Modul 3. Prosjektstýring

a. Íverksetan og uppfylging
b. Liðugtgerð og eftirmeting
c. Virksemi/rakstur og viðlíkahald

Modul 4. Praktisk lýsing av prosjektum

a. Samanspæl - prosjekt og egin organisatión
b. Víðariføring av prosjektleiðslu
c. Gestarøðarar

Modul 5. Luttakaraprosjekt

a. Framløgur og opponering í bólkum
b. Kjak og eftirmetingar
c. Hyggja frameftir

Tilfar

Projektledelse – Teori og praksis, Bjarne Kousholt, 6. udgave 2015 

Prosjektætlan og eftirmeting

Luttakaraprosjekt verður gjørt við útgangsstøði í egnari verkætlan heima á arbeiðsplássinum og verður latið inn áðrenn framløguna. Soleiðis verður ástøði og gerandisdagurin á arbeiðsplássinum samantvinnað í útbúgvingartilgongdini. Verkætlanin er uml. 6-10 síður í vavi. Verkætlanin verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum. Metingin tekur støði í ta vitan og skilna, luttakarin hevur ognað sær, og hvussu han/hon avger at nýta prosjektamboðini í givna prosjektinum. Eisini tekur metingin støði í greiningini av praktisku prosjektumstøðunum, og hvussu han/hon velur at tilrættisleggja og gjøgnumføra prosjektið og at enda, hvussu luttakarin er førur fyri at meta um prosjektloysnina. 

Tilboð um munnliga próvtøka:

Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í Prosjektleiðslu á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir skulu lúkast fyri at fara til próvtøku á AÚ (niðanfyri prógv og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast inn saman við tilmeldingini):

Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)

ella

- Gymnasiala miðnámsútbúgving 

og

- 2 ára viðkomandi royndir

Í samband við munnligu próvtøkuna, verður ein vinnuuppgáva (erhvervscase) gjørd. Vinnuuppgávan er antin ein stutt lýsing av eini støðu (2 síður) ella til dømis ein stutt sjónbandaframløga, powerpointframløga ella líknandi, sum lýsir eina viðkomandi, veruleikakenda støðu frá egnum starvi. Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Prosjektleiðslu á Akademiútbúgvingini, skulu boða Glasir á Marknagili frá, tá GLS byrjar á telduposti tm@fh.foKostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.

Luttakandi siga:

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum:"Skeiðið í prosjektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna arbeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri. Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa prosjektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma prosjektinum."

Rudi Johannesen, samskipari Eik Banki: "Mær dámar væl skifti millum teori og egið prosjekt. Sera gevandi at fáa loyvi at knýta teori at einum veruligum prosjekti. Livandi og gott við tveimum undirvísarum."

Sofus D. Johannesen, fulltrúi TAKS: Sera livandi undirvísing, viðkomandi dømir. Mær dámdi væl at luttakararnir taka upp mál úr dagligdegnum og seta tað í samband við læringina, so at talan ikki bara er um teori.

Eskild Norðbúð, byggifrøðingur Kanjon: " Skeiðstakarin verður inndrigin, ikki bara sita og lurta. Undirvisararnir vóru væl fyrireikaðir og spennandi at lurta eftir, ikki monotonir. Gott at arbeiða við egnum prosjektum.

Stuðul frá Vitan:

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkanna og Føroya Handverksmeistarafelag kann lata stuðul til skeið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.

Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri:

Tak niður

Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

 

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira