Grundleggjandi leiðaraskeið í Suðuroy

Skeiðið vendir sær til fólk, sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv ella leiðaralíknandi størv í tí privata ella almenna økinum, ella vænta at fáa leiðsluábyrgd og sum vilja hava størri leiðslufakligt støði. Royndir leiðarar, sum hava fingið nýggjar arbeiðs- og leiðslufunktiónir kunnu eisini taka hetta skeiðið fyri at dagføra sínar førleikar sum leiðarar.

Skeiðið er dagskeið og varar 10 dagar, yvir áleið 3 mánaðir.

Endamál við skeiðnum

Høvuðsendamálið við skeiðinum er at læra, hvat góð leiðsla er og verða meiri tilvitaði um leiðslu. Dentur verður m.a. lagdur á:

  • Hvat er góð leiðsla, og hvussu verði eg ein góður leiðari?
  • Hvat er “rættur” leiðarastílur og leiðsluháttur í ymiskum umstøðum?
  • Hvussu klári eg at handfara samskifti og trupulleikar?
  • Persónlig ráðlegging – fá skil á egnari tíð
  • Tey grundleggjandi leiðsluamboðini
  • Tú fær møguleikan at byggja upp samband við aðrar leiðarar - at skapa og virka í einum netverki.

Skeiðsbygnaður

Skift verður ímillum stutt modul, sum vara 2 dagar, heimauppgávur og cases, sum taka støði í tínum dagliga arbeiði, venjingar og fyrilestrar.

Skeiðið er skipað sum 5 modulir:

  • Persónlig leiðsla
  • Leiðsla og starvsfólk
  • Leiðsla og fyriskipan
  • Konfliktleiðsla
  • Broytingarleiðsla
  • Undirvísingin er løgd til rættis við bæði venjing og uppgávum. Skeiðið endar við eini einstaklinga høvuðsuppgávu.

Modul 1: Persónlig leiðsla

  • Persónsmeting - Test
  • Sálarfrøðilig avtala
  • Biografi hátturin
  • Menning av fyriskipanarligum ástøði (organisatiónsteorium)
  • Hvat vil tað siga, at verða leiðari?
  • Hvørjar uppgávur hevur leiðarin?
  • Hvat skapar góðar leiðarar?
  • Leiðarastílur og leiðsluháttur
  • Leiðsluuppgávur
  • Tilrættislegging og raðfesting av egnari tíð

Modul 2: Leiðsla og starvsfólk

  • Delegering
  • Støðutengd leiðsla
  • Leiðsluamboð
  • Menniskjaáskoðan
  • Tileggjan
  • Amboð til menning av starvsfólki

Modul 3: Leiðsla og fyriskipan

  • Leiðsla og relatiónir
  • Leiðsla og samskifti
  • Mentan í fyriskipanini
  • Vitanarleiðsla
  • Leiðsla og sjálvleiðsla

Modul 4: Konfliktleiðsla

  • Samskiftisamboð
  • Tann trupla samrøðan
  • Ymisk sløg og fatanir av ósemjum
  • Konflikttrappan
  • Handfaring av ósemjum
  • Konfliktstílur

Modul 5: Broytingarleiðsla

  • Læring og menning
  • Læring hjá tí einstaka
  • Læring í fyriskipanini
  • Hvussu ein best kann tillaga seg broytingar
  • Tann góða framløgan
  • Høvuðsuppgávan
  • Eftirmeting
  • Eftirmeting

Á GLS gera lesandi uppgávu við útgangsstøði í egnari leiðslu og starvi. Uppgávan er uml. 6-10 síður í vavi. Uppgávan verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum.

Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í Leiðslu í verki á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir ery fyri at fara til próvtøku á AÚ (skal skjalprógvast):

Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)

ella

- Gymnasiala miðnámsútbúgving 

og

- 2 ára viðkomandi royndir

Í samband við munnligu próvtøkuna, verður ein vinnuuppgáva (erhvervscase) gjørd. Vinnuuppgávan er antin ein stutt lýsing av eini støðu (2 síður) ella til dømis ein stutt sjónbandaframløga, powerpointframløga ella líknandi, sum lýsir eina viðkomandi, veruleikakenda støðu frá egnum starvi. Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Leiðslu í verki á Akademiútbúgvingini, skulu boða Skeiðsdeplinum frá, tá skeiðið byrjar á telduposti rro@glasir.fo.

Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.

No events found.


Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira