Fyriskipan og starvssálarfrøði (FSS)

Vilt tú menna tínar førleikar innanfyri fyriskipan, starvssálarfrøði og ikki minst samanhangin ímillum hesi bæði? Á skeiðnum FSS verður tú før/ur fyri at greina torgreiddar, fyriskipanarligar avbjóðingar.

Innleiðing

Á FSS mennast tíni leiðaraevni til at virka í samspælinum ímillum fyriskipanarliga bygnaðin í fyritøkuni/stovninum, stýringsmannagongdum og mentan, soleiðis at tú kanst seta tín dám á tínar starvsfelagar við hjálp av broytingum í fyritøkuni og arbeiðsmannagongdum. 

Skeiðið miðsavnar seg um:

  • hvussu fyriskipanarligur bygnaður motiverar tínar starvsfelagar ymiskt, og hvussu tú harvið kanst skapa tað mest gagnligu virkismentanina
  • týdningin av trivnaði og arbeiðsumhvørvi, eins væl og ymiskleikar í einsktaklinga og toymis arbeiði
  • týdningin av motivatiónsfaktorum, og virðið av røttu samansetingini av arbeiðsbólkum

Viðkomandi

Skeiðið er viðkomandi fyri teg, sum fegin vil luttaka í loysnini av fyriskipanarligu uppgávunum og avbjóðingunum, við eini fatan av fyriskipanarligu og arbeiðssálarfrøðiligu mannagongdum og avbjóðingum.

Ágóði

Fyriskipan og starvssálarfrøði gevur tær førleikar at:

  • greina ymsar trupleikar, sum koma av torgreiddum fyriskipanarligum bygnaðum, og harvið styrkja tínar førleikar innan leiðslulig, fyriskipanarlig og motivatiónssálarfrøðilig øki
  • greina og lýsa menningartørv innan fyri tað fyriskipanarliga og starvssálarfrøðiliga øki
  • skilja og taka hædd fyri teimum torgreiddu samahangunum, sum mongu funksjónirnar í fyritøkuni umfata, og at luttaka í fyriskipanarligum menningartilgongdum

 

Praktiskt

FSS er kravd lærugrein á AÚ (Akademi Útbúgvingin) linjuni í leiðslu og vallærugrein á øðrum linjum

Á skeiðnum gera lesandi uppgávu við útgangsstøði í egnari leiðslu og starvi. Uppgávan er uml. 6-10 síður í vavi. Uppgávan verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum.

Tilboð um munnliga próvtøku

Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í FSS á Akademiútbúgvingini á Glasir á Marknagili.

Hesar upptøkutreytir eru fyri at fara til próvtøku á AÚ (skal skjalprógvast):

Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)

ella

- Gymnasiala miðnámsútbúgving 

og

- 2 ára viðkomandi royndir

Munnliga próvtøkan verður gjørd útfrá eini stuttari verkætlan, tvs. at samlaða verkætlanini má verða í mesta lagi 8 vanligar síður, svarandi til 8x2400 tekn.

Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telir 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á FSS á Akademiútbúgvingini, skulu boða Glasir á Marknagili frá, tá FSS byrjar á telduposti tm@fh.fo
Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.



Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira