Føroyskt leiðslusamskifti

Samskiftið er grundarlagið undir allari leiðslu. Førleikin at stinga út í kortið, eginleikin at savna og tevið fyri røttu løtuni at skera ígjøgnum eru orð, sum lýsa ein góðan leiðara. Men tað er samskifti, sum bindir allar leiðslueginleikarnar saman.

Føroyar eru eitt lítið land har sosialu træðrirnir gera, at tað er nærum ógjørligt at skilja sambondini á arbeiðsplássinum frá teimum privatu sambondunum. Dømini eru nærum óteljandi:

Starvsfelagin er venjari hjá børnunum. Makarnir ganga í bindiklubbi saman. Tit gingu í sama flokki í fólkaskúlanum.

Føroyskir leiðarar kenna ta føroysku leiðsluavbjóðingina. Smáu viðurskiftini vevja saman næra samfelagið og tey proffesionellu krøvini. Tá krevst hegni av leiðarum til stundum at eggja og altíð at skilja, hvussu ferðast skal í hesum meldrinum. Samskifti er avgerandi.

Føroyskt leiðslusamskifti styrkir leiðslufakligu og persónligu førleikarnar hjá luttakarunum innan leiðslusamskifti í Føroyum og í føroyskum samfelagsviðurskiftum. Skeiðið leggur dent á neyva samanhangin millum innanhýsis og uttanhýsis samskiftispallarnar. Tí:

  • Eitt gott og virðisskapandi samspæl í organisatiónini krevur gott innanhýsis samskifti
  • Ein greið almenn mynd av fyritøkuni ella stovninum krevur gott uttanhýsis samskifti
Vit fara m.a. at arbeiða við hesum evnum:
  • Hvat er Føroyskt leiðslusamskifti?
  • Óformelt samskifti í einum formellum høpi
  • Hvussu hongur tað eksterna samskiftið og tað interna samskiftið saman?
  • Hvat eyðkennir vælvirkandi fyritøkur og stovnar innan samskifti?
  • "Rettidig omhu" í samskifti
  • Hvussu skapa leiðarar tað góða samskifti?
  • Hvør er samanhangurin millum virkisgrundarlagið (visjón, misjón, strategi og virði) og samskiftið í fyritøkuni ella stovninum?
  • Hvørji amboð eru til at taka fyri at gerast betri innan leiðslusamskifti?

Undirvísingin tekur støði í tí føroyska samfelagnum og veruleikanum við bæði einum verkligum og einum ástøðiligum sikti. Skift verður millum framløgu, ástøði, tjak, reflektión, praktiskar venjingar og uppgávur.

 Skráin dagur 1 og dagur 2

Hósdagur 05. mars 2015          


Kl. 08.30 Morgunmatur

Kl. 09.00 Vælkomin og innleiðandi 

Kl. 10.15 Hví tóku vit stig til hetta? 

Kl. 11.15 Tema 1: Virkis-/Stovnsgrundarlagið

Kl. 12.15 Frokostur

Kl. 13.00 Tema 1: Framhald

Kl. 13.30 Reflektiónir kring tema 1

Kl. 14.15 Gestarøðari: Marin Vang - "Tað serliga                við føroyskum leiðslusamskifti"

Kl. 15.45 Tann føroyski veruleikin?

Kl. 16.30 Uppsamling

Kl. 17.00 Liðugt

 Fríggjadagur 06. mars 2015

Kl. 08.30 Morgunmatur

 Kl. 09.00 Innleiðandi

 Kl. 09.15 Tema 2: Innanhýsis samskifti

 Kl. 10.45 Tema 3: Handfaring av miðlum

 Kl. 12.15 Frokostur

 Kl. 13.00 Reflektiónir fyrraparturin

 Kl. 13.30 Tema 4: Dirvi og fylgiskapur

 Kl. 15.15 Veruleiki og avbjóðingar

 Kl. 16.30 Uppsamling

 Kl. 17.00 Liðugt.


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Undirvísararnir eru føroyingar, ið hava hollar royndir innan leiðslu og samskifti:

Vangamynd

Steinbjørn Hardlei er helst ein tann royndasti HR leiðarin í Føroyum.  Hann hevur tikist við øll øki innan HR í nøkrum av teimum stórstu føroysku fyritøkunum, harumframt hevur hann drúgvar royndir sum rakstrarleiðari. Steinbjørn hevur staðið á odda fyri fleiri stórum broytingartilgongdum innan strategiska leiðslu og HR-økið. Samskiftið hevur verið ein týðandi partur av leiklutinum og ábyrgdarøkinum.

Steinbjørn Hardlei starvast sum undirvísari og konsulentur. Hann undirvísur á Diplomleiðaraútbúgvingini, HD og Akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla. 

Steinbjørn Hardlei hevur tí eitt serligt innlit í tær serligu føroysku samskiftisavbjóðingarnar.

Útbúgving

Ba.oecon, Århus Universitet, 1994

Certificeraður í altjóða útbúgvingini ”Leading Meaningful Change”, Pro-dev, Belgia, 2003, við denti á virkissálarfrøði og fyriskipan.

Cand.oceon í virkisbúskapi, Århus Universitet, 2008.

Vangamynd

Høgni í Jákupsstovu er millum royndastu sjónvarpsjournalistar í Føroyum.  Síðani loknan lestur hevur hann tikist við øll øki innan føroyskt sjónvarp.  Hann hevur drúgvar royndir sum sjónvarpsvertur og sum  ábyrgdarhavandi fyri serliga tíðindasendingini Dagur&Vika.

Sum redaktørur og leiðari á sjónvarpsredaktiónini í Kringvarpinum hevur Høgni í Jákupsstovu   nomið við og viðgjørt flestu samfelagsøki í Føroyum.  Drúgvu royndirnar hava givið eitt serligt innlit í tær serligu føroysku samskiftisavbjóðingarnar.

Høgni í Jákupsstovur eigur samskiftisvirkið Content, ið hevur samskiftis- og miðlaráðgeving sum kjarnuvirksemi.   

Útbúgving

Journalistur, Danmarks Journalisthøjskole, 2002

HD 1. part, Aarhus Universitet, 2014 

Vangamynd - Gestarøðari


Marin Vang er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur havt leiðandi størv innan Heilsuverkið tey seinastu 20 árini á ymiskum leiðslustigum í Danmark og seinast í Føroyum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum frá 2000 – 2008. Hon hevur virkað sum samskipari av Diplomútbúgvingini í Leiðslu á Føroya Handilsskúla og undirvísir framhaldandi á henni í leiðslu. Frá 2009 hevur hon virkað sum sjálvstøðug vinnurekandi í leiðsluráðgeving innan almenna og privata arbeiðsmarknaðin. Hon er útbúgvin sum prosesskonsulentur frá  Copenhagen Coaching Center í 2011.

 

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

 

 

 

 


Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira