Viðgerð av starvsfólkaupplýsingum

- reglur á arbeiðsplássinum

INNGANGUR

Arbeiðsgevarar skráseta alt fleiri upplýsingar um starvsfólk m.a. av umsitingar- og trygdarávum. Skeiðið gevur luttakaranum eina greiða fatan av, hvørji krøv lóggávan setir til tílíkar skrásetingar og hvørjar reglur, sum skulu galda á arbeiðsplássinum.

MÁLBÓLKUR 

Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum fáast við starvsfólkaumsiting, bæði innan tað almenna og privata, herundir starvssetanir, starvsfólkamál, lønarumsiting, ávaringar, uppsagnir v.m.

ENDAMÁL 

Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakaranum eina greiða fatan av, hvørji krøv persónsupplýsingarlógin og onnur lóggáva setir til viðgerð av upplýsingum um starvsfólk og gera teir førar fyri at brúka reglurnar í tí dagliga.

INNIHALD 

Á skeiðnum verður komið inn á tey rættindi og tær skyldur, sum bæði arbeiðsgevarar og starvsfólk hava í samband við, at fólk verða sett í starv, meðan tey eru í starvi, og eftir at tey eru farin úr starvi.

Dentur verður serliga lagdur á hesi viðurskifti:

  • Hvussu kunnu arbeiðsgevarar viðgerða persónsupplýsingar í samband við starvssetanir
  • Hvørjar upplýsingar kann arbeiðsgevarin skráseta um starvsfólkini, sum eru í starvi og hvussu skulu tær handfarast
  • Hvør hevur atgongd til upplýsingar, sum verða skrásettar um starvsfólk
  • KT-Trygd á arbeiðsplássinum
  • Starvsfólkahandbók og starvsfólkapolitikkur
  • Í hvønn mun kann arbeiðsgevarin hava eftirlit við starvsfólki: td. eftirlit við teldupostum, heimasíðum, telefonsamskifti, vakmyndatól o.s. fr.
  • Hvørjar upplýsingar um starvsfólk, herundir myndir v.m. kann ein arbeiðsgevari leggja á intranetið - nær krevst samtykki
  • Hvørjar reglur eru fyri nýtslu av sosialum netverkum sum Facebook v.m.

Útgangsstøði er persónsupplýsingarlógin, men komið verður eisini inn á aðra lóggávu á økinum t.d. arbeiðsrættarligar reglur, revsilógina, lov om forbud mod privates tv-overvågning, feriulógina, javnstøðulógina og mannarættindasáttmálan. Dømi verða tikin frá føroyskum, donskum og norskum avgerðum á økinum.

UNDIRVÍSINGARHÁTTUR 

Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og bólkaarbeiði

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira